Finaluliðini eru komin uppá pláss, og komandi vikuskifti verður stórt steypafinaluvikuskifti hjá hondbóltinum við Tjarnir.
Greitt er hvørji lið skulu spæla tær 19 finalurnar - og eisini hvør skal døma tær.
Hjá teimum vaksnu eru tað somu dømarapørini, sum dømdu hesar finalurnar i fjør: Daniel Rapa og Hannis Wardum hjá kvinnum og ársins dómarar seinastu árini, Jógvan Skeel Nolsøe og Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen hjá monnum.
![]()
Royndi Hannis Wardum verður annar av dómarunum til Kyndil - VÍF leygardagin (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Steypafinalurnar hjá teimum vaksnu verða spældar leygardagin 21. januar við Tjarnir:
Kl. 17: Kyndil - VÍF (kvinnur)
Dómarar: Daniel Rapa og Hannis Wardum
Kl. 20: Kyndil - H71 (Menn)
Dómarar: Jógvan Skeel Nolsøe og Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen
Sí eisini: Ársins dómarar í Føroyum skulu døma avgerandi dystir í Grønlandi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald