Fótbóltur

Geza: - Havi havt tol og strítt meg til har eg eri í dag

- Eg visti, at eg ikki fór at spæla so nógv fyrstu tiðina í Onglandi, sigur føroyski lamdsliðsmiðvallarin. Sunnudagin skaraði hann burturúr fyri Grimsby í trupulum umstøðum - móti liði úr Premier League.

Geza David Turi vísti seg væl fram móti Wolves (Mynd: Grimsby Town)

Geza David Turi vísti seg væl fram móti Wolves (Mynd: Grimsby Town)

2026-02-17 11:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Gaggurnar vaskaði eg beint eftir dystin, tí tær vóru ordiliga skitnar, og tær skulu brúkast aftur longu mikudagin. Men blusuna fari eg bara at goyma; sum eitt minni.

Hetta segði Geza David Turi við FM1 og Portalin - dagin eftir hann á plaskvátum, runutum og óstøðugum grasvølli varð dagsins spælari fyri Grimsby í FA Cup-dystinum móti Wolverhampton.

[object Object]
Mold og runa sást týðiliga á Blundell Park sunnudagin

[object Object]
Geza var tann besti hjá Grimsby: Hann vann fleiri bóltar og royndi at fáa bóltin at koyra í tupulu umstøðunum (Mynd: Grimsby)

Tað eydnaðist ikki liðnum ur fjórðbestu deildini at basa liðnum úr Premier League í úmstøðunum, sum Geza lýsir sum torførar: - Vit vistu, at vøllurin var vánaligur fyri bæði liðini, og at fyritreytirnar fyri góðum fótbóltsspæli ikki vóru góðar.

Hoyr alla samrøðuna her

- Havi verið treiskur og tolin

Grimsby Town keypti Geza David Turi úr Vìkingi fyri beint yvir einum ári síðani. Tað var javnan fyrstu mánaðirnar í Onglandi, at miðvallarin ikki var í dystarhópinum, men hetta var Geza greiður yvir áðrenn.

- Summi skilti tað ikki, men eg visti beinanvegin, at soleiðis fór at verða: Tað segði venjarin við meg, og eg skuldi venja meg við enskan fótbólt og arbeiða við ymiskum.

Kappingin um plássini er hørð í Grimsby, og í sambandi við landsliðstúrarnar misti Geza Turi okkurt fet í felagnum, tí League Two hevur ikki landsliðssteðg. 

Men landsliðið hevur verið gott fyri Geza, har gøtumaðurin hevur havt størri ábyrgd, og eins og í stríðnum at fáa føroyska passið, hevur hann verið tolin og treiskur:

- Eg havi arbeitt hart fyri at koma har, sum eg eri nú, og tað er týðandi at vera tolin, staðfestir Geza David Turi. 

Hoyr alla samrøðuna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder