Nú er endaliga greitt, hvussu tey 38 liðini spæla í stóra steypafinaluvikuskiftinum hjá Hondbóltssambandi Føroya.
Byrjað verður við U16-finalunum fríggjakvøldið, leygardagurin er longsti dagurin - við millum annað vaksnamannafinalunum - og endað verður sunnudagin.
Sum so mongu av seinastu árunum, er H71 best umboðað. Mansliðið skal royna at verja heiti, og so er tað sermerkt, at hoyvíksfelagið er umboðað í øllum A-finlunum á ungdómssíðuni.
Annars eru tíggju feløg umboðað - fleiri sonevndar B-finalur eru eisini.
Kringvarpið vísir vaksnamannafinalurnar, allar ungdómsfinalur verða stroymdar á youtube-síðuni hjá HSF, U14A, U16 og U18 við frásøgufólki.
FM1 og Portalurin gera sjálvandi eisini nógv burturúr - serliga kring vaksnamannafinalurna.
Leiksskráin
Fríggjadagin 20. februar:
kl. 18.30 G16: Neistin – H71
kl. 20.00 D16: H71 – VB
Leygardagin 21. februar:
kl. 09.00 G10B: Stjørnan a – ÍA a
kl. 09.40 D10B: Kyndil c – Neistin d
kl. 10.20 G12B: Tjaldur a – Kyndil b
kl. 11.10 D12B: Team Klaksvík b – SÍF
kl. 12.00 G10A: Kyndil a – H71 a
kl. 12.40 D10A: Kyndil a – H71 a
kl. 13.20 G12A: VÍF a – H71 a
kl. 14.10 D12A: H71 a – VÍF a
kl. 17.00 Kvinnur: VÍF – Kyndil
kl. 20.00 Menn: Kyndil – H71
Sunnudagur 22. februar:
kl. 13.00 Eydnudeildin
kl. 14.00 G14B: Stjørnan – Tjaldur
kl. 15.00 D14B: StÍF a – Neistin b
kl. 16.00 G14A: H71 a – StÍF a
kl. 17.00 D14A: Neistin a – H71 a
kl. 18.00 G18: Neistin – H71
kl. 19.30 D18: H71 – Kyndil
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald