Hondbóltur

Óli Mittún: Trúgvi ikki eg verið ferðaleiðari í august

- So má Jákup Símun Simonsen heldur vísa GOG-liðfeløgum runt. Óli Mittún gleðir seg at spæla móti vinmonnunum í H71 og hinum feløgunum, men hann trúði í fyrstu syftu ikki uppá, at stóra venjarakappingin við Tjarnir fór at verða veruleiki.

Óli Mittún saman við Djóna Gaard Joensen, sum hevur verið venjari hansaa í ungdómshondbólti - her við HM-bronsu. Í augstu skal Óli spæla móti liðnum, sum Djóni er venjari hjá (Mynd: Sverri Egholm)

Óli Mittún saman við Djóna Gaard Joensen, sum hevur verið venjari hansaa í ungdómshondbólti - her við HM-bronsu. Í augstu skal Óli spæla móti liðnum, sum Djóni er venjari hjá (Mynd: Sverri Egholm)

2026-02-17 17:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er gott í teg, Rúni. Tað fer ongantíð at rigga.

Hetta var nakað av tí fyrsta, sum Óli Mittún hugsaði, tá landsliðsprofilurin hoyrdi um Wenzel Nordic Cup - stóru venjingarkappingina sum verður við Tjarnir í august.

Rúni Djurhuus ringdi til GOG-spælaran nakað síðani, og hóast tortrúgv bar til: Nú er greitt, at GOG, Kiel og Valur koma at vitja H71 og føroyska høvuðsstaðin stutt áðrenn kappingarbyrjan 2026/2027.

Sí eisini: Heimsstjørnur til venjingarkapping í Føroyum

Hoyr eisini: - Í Kiel tíma teir eisini væl at spæla móti H71

Óli Mittún hevur frí til Champions League-dystin í Magdeburg í morgin og er komin til Føroya ein túr. 20-ára gamli hoyvíkingurin hugdi framvið útvarpsstovu okkara í dag, og fegnaðist hann um, at leiðin aftur gongur til heimlandið - í hondbóltsørindum - í august. GOG skal spæla móti H71, Kiel og Valur.

- Tað verður nakað serligt at spæla móti H71 og mínum góðu barndómsvinmonnunum har - og eisini móti Eliasi, Allani og Bjarna. Tað er ikki ofta, at Elias og eg spæla móti hvørjum øðrum, so kanska har veður okkurt "beef" har, segði Óli Mittún við einum smíli um uppgerðina við systkinabarnið.

[object Object]

[object Object]
Omanfyi sæst Óli Mittún við Bjarna í Selvindi undir lið hansara - niðanfyri við Allani Norðberg til vinstru. Allan og Bjarni spæla við Vali, sum veður eitt av mótstøðuliðunum í stóru kappingini (Mynd: Sverri Egholm)

Landsliðsprofilurin staðfesti eisini, at tað mest verður ikki hann, sum fer at vísa GOG-liðfeløgunum runt í Hoyvík og í Føroyum: - Eg eri ikki tann besti ferðaleiðarin (tour-guide), so tað kann Jákup Símun Simonsen kanska heldur gera. Har verða dystir og venjingar við børnum á skránni 

- Eg gleði meg til nakrar spenanndi dystir. Vit spæla hósdag, fríggjadag og sunnudag, og leygardagin skulu Elias og eg vera venjarar á einum hondbóltsskúla, greiðir Óli Mittún frá

Hoyr alla samrøðuna við Óla Mittún her

[object Object]
Óli vitjaði FM1 í dag (Mynd: Sverri Egholm) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder