Miðumfarið í European League hjá monnum fór í gongd í gjárkvøldið, týskvøldið. Fleiri føroyingafeløg vóru í eldinum.
Flensburg-Handewitt og Kiel spældu eitt evropeiskt "Nord-Derby". Tað hevði ikki júst sama eldin, sum tá tað er í Bundesliguni, men talan varð um ein spennandi dyst. Útiliðið Kiel vann 32-30 og liggur harvið at vinna bólkin (fýra stig víðari frá innleiðandi bólkaspælinum)
Hetta var uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum annars stóð fyri framúr avriki í avgerandi løtum móti Magdeburg seinnapartin. Føroyski spælskiparin hevur enn ávísar avbjóðingar við økslini, sum fekk nøkur sløg í stórdystinum, og hann varð spardur móti Flensburg-Handewitt.
Sí eisini: Sigurin hjá Skipagøtu á Magdeburg
Vilhelm Poulsen og TSV Hannover Burgdorf (Recken) vunnu trygt á heimavølli móti kroatiska RK Nexe. Recken vann 34-28, og føroyski høgri bakkurin skoraði eitt mál, umframt at hann legði upp til tvey mál. Vilhelm hevði sum vanligt leiklut í verjuni - hoyvíkingurin og liðfelagarnir hava kós móti fjórðingsfinalunum.
![]()
Vilhelm Poulsen í landsdysti í Kosovo (Mynd: Sverri Egholm)
Tað eru Jóhan á Plógv Hansen og SAH-Aarhus eisini. Evropameistarin og ferfaldi heimsmeistarin spældi stóran leiklut í lykladysti í Portugal - við átta málum uppá tíggju skot. Danska liðið vann 33-28 á Porto.
Sí støðuna í teimum fýra bólkunum her - tvey lið koma víðari, og trý umfør afturat skulu spælast
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald