- Eg trúgvi, at tað nokk eru fleiri, sum gleða seg at síggja dystin millum GOG og Kiel enn GOG enn H71.
Tað steðfesti Óli Mittún, tá vit bóðu landsliðs- og GOG-profilin seta nøkur orð á uppgávurnar til stóru venjingarkappingina við Tjarnir, sum veður í august.
Tá skal hoyvíkingurin spæla móti barndómsfelagnum, systkinabarninum Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Kiel, umframt landsliðsliðfeløgunum Allani Norðberg og Bjarna í Selvindi (Valur)
Les meira um Wenzel Nordic Cup her: Heimsstjørnur til venjingarkapping í Føroyum
![]()
![]()
Omanfyi sæst Óli Mittún við Bjarna í Selvindi undir lið hansara - niðanfyri við Allani Norðberg til vinstru. Allan og Bjarni spæla við Vali, sum veður eitt av liðunum í stóru kappingini (Mynd: Sverri Egholm)
Hóast hann staðfestir, at uppgerðin við Kiel verður meira sum ein kappingardystur enn tann móti H71, so verður tað nakað serligt fyri Óla
- Nakrir av mínum bestu vinmonnum spæla við har, og tað er mítt barndómsfelag, so hóast tað burdi verið stórur munur á liðunum, so gleði eg meg øðiliga nógv. Tað verður serligt, og eg fari at fortelja hinum í GOG, hvat mínir vinmenn duga, sigur Óli við einum smíli.
Óli Mittún og Elias Ellefsen á Skipagøtu hava spælt nógv saman - men sjáldan veruligan dyst móti hvørjum øðrum.
- Kanska tað verður eitt sindur av "beef" á vøllinum. Tað plagar hann at vera rættiliga góður til, tá man til dømis hyggur eftir landsliðnum - eitt sindur "inside" aftur og fram við onkar leikarar: Hvør veit, um Elias tekur tað upp ímóti mær eisini? Men tað verður í øllum førum øðiliga skeg at spæla móti Kiel.
"Beef" kann merkja ein verulig og djúp ósemja, men her skal tað meira skiljast sum nakað av sjabbi og munnhøggan á vølli millum tveir spælarar, sum hava okkurt koyrandi undir dysti: Tað verður ein venjingardystir tætt við barndómsheimini, men systkinabørnini vilja avgjørt vinna móti hvørjum øðrum.
Hoyr alla samrøðuna við Óla Mittún um venjingarkappingina her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald