Champions League kappingin í fótbólti er nú komin inn í røkk-støkk-fasuna. Hesa vikuna og næstu viku spæla liðini, sum endaðu millum nummar 9 og 24 um hvørji lið sleppa í 1/8 finalurnar at spæla móti teimum, sum endaðu millum átta tey fremstu í sokallaða liga-spælinum.
Einasta norðurlendska lið, sum enn er við í kappingini er norðurnorska liðið Bodø/Glimt, og sigast má, at liðið byrjaði væl.
Bodø/Glimt fekk italska stórfelagið Inter Milan í lutakastinum, sum gav norska liðnum heimavøll í fyrra dystistinum.
Fyrri dysturin varð spældur á Aspmyra leikvøllinum í Bodø í gjárkvøldið. Sama vølli, sum KÍ vitjaði í 2022 tá klaksvíkingar tepurt mistu møguleikan at spæla seg víðari í Champions League við at tapa 4-3 yvir tveir dystir.
Tá vann Glimt 3-0 á heimavølli, og móti Inter Milan gekk næstan líka so væl. Norðmenn vunnu 3-1 móti Milan á Aspmyra. Júst tað sama, sum KÍ tá vann á heimavøll á Djúpumýri.
Tá var tað ikki nóg mikið fyri KÍ. Í næstu viku fæst at vita um 3-1 er nóg mikið fyri Glimt móti Inter. 24 februar møtast liðini aftur á San Siro leikvøllinum.
Glimt legði seg á odda í fyrra hálvleiki, men italienar javnaðu áðrenn hálvleik. Í seinna hálvleiki fingu norðmenn tvey mál í 61. og 64. minutti. Norsku málini skutu Sondre Brunstad Fet, Jens Petter Hauge og Kasper W. Høgh, meðan Francesco Pio Esposito skoraði fyri Inter.
![]()
Norðmenn kundu fegnast um tríggjar skoringar á Aspmyra leikvøllinum í gjárkvøldið (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald