Fótbóltsvenjarin, sum kollvelti danskan landsliðsfótbólt í 1980’unum, týskarin Sepp Piontek, er deyður, 85 ára gamal.
Tað upplýsti familjan fyri donskum fjølmiðlum í dag. Deyðin kom eftir stutta sjúkralegu, verður sagt.
Piontek gjørdist danskur landsliðsvenjari í 1979, og stóð á odda fyri reyð-hvíta landsliðnum, sum náddi EM-hálvfinaluna í 1984 og kom við til HM fyri fyrstu ferð í 1986.
Piontek var kendur sum ein harður verjuleikari, tá hann í síni tíð í sekstiárunum og fram til 1972 spældi fyri Werder Bremen. Hann fekk eisini seks dystir á vesturtýska landsliðnum. Men tað er sum venjari, at hann veruliga gjørdi vart við seg.
Hann byrjaði sum venjari í Werder Bremen, og var síðan hjá Dortuna Düsseldorf, landsliðnum hjá Haiti og St. Pauli áðrenn hann í 1979 gjørdist landsliðsvenjari í Danmark.
Her fekk Piontek sett skil á liðið við harðari disiplin. Hann hevði gott tilfar at arbeiða við, gávuríkar leikarar, sum spældu á góðum liðum í Evropa.
Við eitt nú at vinna á Onglandi, megnaði Danmark í 1983 at spæla seg til EM í Fraklandi í 1984, har liðið vann Jugoslavia og Belgia áðrenn tað reyk út eftir brotssparkskapping í hálvfinaluni móti Spania.
Árið eftir megnaði liðið aftur at spæla seg til eitt endaspæl. Hetta var til HM í Meksiko, har Danmark vísti frálíkan fótbólt, eitt nú við at vinna 6-1 á Uruguay. Aftur hesaferð gjørdist Spania bøðilin. Danmark varð sligið út í áttandapartsfinaluni.
Piontek gavst sum danskur landsliðsvenjari í 1990 og gjørdist ístaðin landsliðsvenjari í Turkalandi.
Hann varð búgvandi restini av lívi sínum í Danmark, har hann eitt nú vandi feløgini AaB og Silkeborg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald