Sum venjaratoymið hava teir staðið á odda, tá ungdómslandslið hava bast londum sum Íslandi, Týsklandi, Slovenia, Svøríki og Fraklandi - tey bæði síðstnevndu tvær ferðir hvør.
Ævintýrið við 04- og 05-árgangunum endaði við søguligum bronsuheiðursmerki. Síðani hava teir ikki beinleiðis arbeitt saman, men sambandið millum Djóna Gaard Joensen og Hjalta Mohr Jacobsen er serstakt, og til ítróttafagnaðin herfyri vunnu teir heiðurin sum ársins ítróttavenjarar 2025.
Hoyr samrøðuna við Djóna Gaard Joensen og Hjalta Mohr Jacobsen, sum Portalurin gjørdi í Póllandi, beint eftir HM-bronsuna her:
Tætta U21-venjarapartið: - Tað villasta og tann perfekti endin
![]()
![]()
Heiðraðir fyri HM-bragdið - tvær vikur seinni skulu teir standa yvirav hvørjum øðrum við síðulinjuna til steypafinalu við Tjarnir (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Ársins venjarar: - Eg skal heim í song - Hjalti skal halda 40-ára føðingardag
Báðir hava vunnið FM og steypakappingina sum spælarar í ávikavist H71 og Kyndli. Í fjør stóðu teir sum venjarar yvirfyri hvørjum øðrum í dramatiskari FM-finalurøð.
Har vann liðið hjá Hjalta 3-2 í dystum. Harvið hava Djóni og H71 okkurt at løna aftur við Tjarnir leygarkvøldið.
Steypafinalan hjá monnum 2026 byrjar klokkan 20 leygarkvøldið 21. februar. Men áðenn H71 og Kyndil, og venjararnir, bresta saman har, vitja Djóni Gaard Joensen og Hjalti Mohr Jacobsen útvarpsstovuna hjá FM1. Hetta verður í morgin, fríggjadagin klokkan 16.
Lurta eftir upptakssendingini í morgin, har umboð frá kvinnuliðunum hjá Kyndli og VÍF eisini vitja. Hoyr FM1 her ella á vanligu frekvensunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald