Teir eru javnan at síggja og hoyra í Televarpinum, meðan fótbólturin er í gongd, og soleiðis verður eisini í ár.
Umframt at samskipa, siga frá og meta um, hava Heðin Arge og John Andersen sendingina Skiftirúmið.
Nú flytir tað, saman við skemtiligu og fótbóltseldhugaðu monnunum úr Klaksvík og Saltangará, inn í útvarpsstovuna hjá FM1 eina løtu.
Sí eisini: Liðini eru betri fyrireikaði og betri fyri nú
Hetta verður í aðrari utgávuni av Fótbóltsskýlinum í 2026. Hon byrjar klokkan 17.15 í dag.
Trygvi Absalonsen reikar fyri, og hevur hann fleiri spurningar til Heðin og John.
Sendingin verður eisini endursend í morgin, leygardagin klokkan 10.00, og sunnudagin klokkan 14.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald