Hondbóltur

Video: - Steypafinalan orsøkin til at eg leggi so nógv í hetta

Tað staðfestir Turið Arge Samuelsen dagin fyri finaluna móti VÍF. - Hetta er nakað, sum vit hava gingið og teskað um, síðani kappingin byrjaði, sigur Fríða Nolsøe Olsen. Í annaðkvøld bresta profilarnir saman við Tjarnir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-02-20 19:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vegna kappingarskipanina, er hetta nærum einastu ferð, at vit spæla við revolvaranum fyri pannuna. Og eg elski tað.

Tað staðfestir Turið Arge Samuelsen undan sínari 11. steypafinalu. Kyndilskvinnur fara í morgin eftir triðja steypagullinum á rað, meðan VÍF, sum ikki hevur verið í finaluni síðani 2020, skal royna at forða fyri at hetta hendur.

- Vit spældu ikki upp til tað, sum vit vildu í hálvfinalunum móti Neistanum, men vit stóðu ímóti, tá vit vórðu trýstar maks. Tað kunnu vit nýta, sigur Fríða Nolsøe Olsen, sum í avgerandi løtunum var nærum ein einmansherur í álopinum hjá VÍF í avgerandi løtunum.

- Vit tíma illa, at Fríða hevur ein góðan dag, heldur Turið fyri - Um vit hava stegðað Turið eru vit komnar langt, heldur Fríða fyri.

Les eisini: Fríða skoraði 13 mál í seinnu hálvfinaluni - Turið skoraði samanlagt 25

Hoyr alla sendingina her - fyrstu tjúgu minuttirnar eru um mansfinaluna (Djóni Gaard Joensen og Hjalti Mohr Jacobsen) meðan 20.30 og úteftir er um kvinnufinaluna.

FM1 sigur frá báðum finalunum í annaðkvøld og hevur, eins og Portalurin nógv tilfar við Tjarnir.

VÍF og Kyndil spæla kvinnufinaluna klokkan 17, og klokkan 20 bresta H71 og Kyndil saman í mansfinaluni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder