Hellas Verona hevur framvegis beinleiðis kós móti niðurflyting úr Serie A. Hetta er ikki broytt, síðani Andrias Edmundsson kom til felagið fyri seytjan døgum síðani.
Tað jaliga er, at føroyski landsliðsverjuspælarin hevur spælt 90 minuttir í øllum sínum trimum dystum í italskum fótbólti. Føroyingurin hevur eisini verið millum teir frægastu hjá Verona - serliga í teimum báðum fyrstu dystunum.
Í 1. hálvleiki móti Sassuolo í kvøld skuldi Andrias Edmundsson loysa óvanda uppgáva sum høgri bakkur. Hann fekk eitt gult kort, men hetta eydnaðist væl - serliga í verjustøðu - har toftamaðurin serliga skuldi ansa eftir vandamikla Armand Lauriente.
- First time he beats Edmundsson, legði enski viðmerkjarin merki til eftir lítlan hálvan tíma.
![]()
Andrias Edmundsson gjørdi aftur sítt í serliga verjustøðu og kann ikki lastast fyri nakað av málunum hjá Sassuolo (Savnsmynd: EPA)
Lauriente legði upp til leiðslumálið hjá heimaliðnum, men hetta var í mótálopi eftir ósketni hjá Verona í uppspælinum. Málið kom í 40. minutti, og longu fýra minuttir seinni var aftur galið við persónligum mistaki.
Eftir Verona-horna fór Sassulo avstað, og Niasse gjørdi eitt púra óneyðugt brotsspark, tá støðan sum so ikki longur var vandamikil. Domenico Berardi varð faledur. Vongurin skeyt sjálvur, brendi, men var fyrstur á returbóltinum. 2-0 í steðginum, eftir at Verona annars hevði verið omaná fyrstu 40 minuttirnar.
Eftir ein tíma var aftur galið. Eftir frísparksstøðu, har Andrias og Verona møguliga burdu fingið brotsspark, fekk Sassuolo bóltin, og Berardi varð sendur avstað. EM-vinnarin var púra tryggur, og so var dysturin avgjørdur.
3-0 og trý stig til Sassuolo. Hinvegin 11. dysturin á rað uttan sigur hjá Hellas Verona, ið nú bert hevur tólv dystir eftir.
Verona fekk aftur í dag eitt reytt kort - hesaferð var tað miðvallarain úr Libya Al Musrati. Leygardagin 28. februar tekur Verona móti meistarunum Napoli
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald