Fótbóltur

Smyril Line heldur fram sum høvuðsstuðul hjá kvinnulandsliðnum

Smyril Line og FSF hava longt stuðulsavtaluna, og heldur Smyril Line sostatt fram sum høvuðsstuðul hjá kvinnulandsliðnum til ársenda í 2028.

Henny á Líknargøtu, ferðastjóri hjá Smyril Line og Kristin Dam Ziska aðalskrivari hjá FSF (Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF)

Henny á Líknargøtu, ferðastjóri hjá Smyril Line og Kristin Dam Ziska aðalskrivari hjá FSF (Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF)

2026-02-21 14:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Smyril Line og Fótbóltssamband Føroya hava gjørt av at leingja verandi stuðulsavtalu, og heldur Smyril Line sostatt fram sum høvuðsstuðul hjá kvinnulandsliðnum komandi trý árini - til ársenda í 2028.

– Kvinnurnar hava seinastu árini staðið seg væl, og vit eru sjálvandi sera glað fyri tann stuðul, ið Smyril Line veitir. Hetta er samstundis eitt týðandi stig fyri føroyska kvinnulandsliðið, ið hevur brúk fyri sterkum baklandi fyri at menna seg víðari, sigur Kristin Dam Ziska, aðalskrivari í FSF sambært heimasíðuni hjá FSF.

Í Smyril Line fegnast tey eisini um nýggju avtaluna.

– Smyril Line leggur dent á, at stuðulin er ein íløga í føroyskan ítrótt og kvinnufótbólt serliga. Felagið metir, at landsliðið stendur fyri teimum virðum, tey ynskja at stuðla, og gleðir seg til framhaldandi samstarv og felags upplivingar, sigur Henny á Líknargøtu, ferðastjóri hjá Smyril Line.

Kvinnulandsliðið fer í næstum undir undankappingina til HM 2027. Fyrsti dystur verður leygardagin 7. mars, á útivølli ímóti Grikkalandi. Sum fyrireiking til dystin móti grikkum spæla kvinnurnar venjingardyst móti Kýpros leygardagin 2. mars, skrivar FSF.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder