Hjá Kyndilskvinnum er talan um góða blanding av royndum og nógv vinanndi spælarum og yngri.
Fýra av teimum, sum spældu allan dystin ella næstan alllan dystin, eru føddar í 2006: Málverjin og dagsins spælari Gylta Djurhuus á Neystabø, tryggu vengurnir Asta Sofía F. Hansen, Joan Johannesen og Silja Geirsdóttir Eystberg.
Síðstnevnda dekkaði væl upp á bakkinum og hevði fleiri góðar álopsatgerðir - millum annað skoraði Silja nøkur goð mál fyrsta partin av 2. hálvleiki.
- Alla traðka í karakter, og sigurin kemur ongantíð í vanda, sigur Silja við Portalin.
Hoyr samrøðu við 19-ára gamla steypavinnaran ovast
----------------------------------------
Faxe Kondi Steypafinalan hjá kvinnum 2026
VÍF - Kyndil 26-29 (9-13)
Dystargongdin:
5 min: 3-2
10 min: 4-6
15 min: 4-9
20 min: 6-10
25 min: 7-12
30 min: 9-13
35 min: 11-16
40 min: 14-19
45 min: 17-24
50 min: 20-25
55 min: 22-28
60 min: 26-29
Toppskjúttar:
Turið Arge Samuelsen 8 mál,
Ingibjørg Olsen 7 mál, Fríða Nolsøe Olsen 7 mál
Bjargingar:
VíF: Ida Mai Nielsen 7
Kyndil:
Gylta á Neystabø 13
Tomma Petersen 2
Sí eisini: Kyndil steypavinnari triðja árið á rað
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald