Hondbóltur

Bjarta: Løgið og rørandi at standa her fyri seinastu ferð

Eg havi ilt men eri so takksom fyri enn eina finalu. Allar taka ábyrgd hjá okkum, og tað er so stuttligt at síggja tær ungu, sigur Bjarta Johansen eftir sína seinastu steypafinalu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-02-21 19:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu mongu árini, hevur hon nærum verið árligur gestur í steypafinaluni. Í fjør skaraði snildi strikuspælarin burturúr sum toppskjútti og tann besta á vøllinum, tá Kyndil við Tjarnir basti Neistanum.

Í kvøld var tað VÍF og Neistan, tað gekk útiyvir, tá Bjarta Johansen og Kyndil vísti styrki. Nummar 7 hjá Kyndli skaraði aftur framúr í miðverjuni og skoraði sítt av strikuni - hetta hóast ein fingur fór úr lið.

- Tað er ikki so gott, men ein skaði er ein skaði. Tað gongur nokk.

32-ára gamla stríðskvinnan hevur nú spælt sína steypafinalu, og er hetta sorgblítt og rørandi, staðfestir Bjarta, meðan hon hevur aðru dóttrina hjá sær.

Sí eisini: Landsliðskempurnar: Saman í menningini og í ógvuliga ymiskum støðum

[object Object]

Bjarta Johansen er tó bara takksom fyri, at hon hevur spælt so mikið nógvar steypafinalur, og so fegnast landsliðskempan um, at allar taka ábyrgd í dag.

- Tað er so stuttligt at síggja tær ungu í dag eisini...vit snøgt sagt seta VÍF uppá pláss.

Hoyr samrøðu ovast

-----------------------------

Faxe Kondi Steypafinalan hjá kvinnum 2026
VÍF - Kyndil 26-29 (9-13)

Dystargongdin:
5 min: 3-2
10 min: 4-6
15 min: 4-9
20 min: 6-10
25 min: 7-12
30 min: 9-13
35 min: 11-16
40 min: 14-19
45 min: 17-24
50 min: 20-25
55 min: 22-28
60 min: 26-29

Toppskjúttar: 
Turið Arge Samuelsen 8 mál,
Ingibjørg Olsen 7 mál, Fríða Nolsøe Olsen 7 mál

Bjargingar:
VíF: Ida Mai Nielsen 7

Kyndil:
Gylta á Neystabø 13
Tomma Petersen 2

Sí eisini: Kyndil steypavinnari triðja árið á rað

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder