Hoyvíkingar høvdu nakað at løna Kyndli aftur í kvøld. Seinast liðini hittust í einari finalu, var í fimtu og avgerandi FM-finaluni í fjør. Har vóru teir í grønum omaná, men í kvøld lógu teir í grønum av álvara eftirá. H71 var betri so at siga allar 60 minuttirnar og snøgt sagt hølvaði Kyndil av.
Sjón fyri søgn fekst um, at H71 hevur nógvar streingir at spæla uppá. Tólv spælarar vóru nógv í spæl, og allir gjørdu góðan mun. Afturat hesum var Peter Krogh: Verjuskansin fekk beinleiðis reytt kort longu eftir tríggjar myndir fyri harðliga takkling móti William Skovsager.
![]()
Peter Krogh noyddist ein túr niðan til áskoðararnar í sínari fyrstu steypafinalu í nøkur ár (Mynd: Jens Kr. Vang)
Hetta fekk tó onga veruliga neiliga ávirkan fyri H71 – til tess var hópurin ov sterkur. Serliga Rókur Ziskason og Helgi Hildarson Hoydal loystu uppgávuna í miðverjuni fyrimyndarliga, og Sakaris Sakarisson og Niklas Højgaard Hanusarson fingu eisini minuttir har.
Omanfyrinevndi Skovsager hevur verið raktur av sjúku og snuddum, og danski vinstri bakkurin var ein skuggi av tí, sum hann so ofta hevur verið. Sum heild lá nógv á Tobias Thiesen og dagsins manni hjá Kyndli, Ova Lützen (11 mál)
![]()
Teir báðir fingu tó bert syrgt fyri, at skrædlið ikki varð størri. Tað sama var við Jan Paula Toft Johannesen, sum við 11 bjargingum, helt muninum eitt sindur niðri - hann var seks mál í steðginum.
H71 skoraði heili 37 ferðir. Verandi steypavinnararnir vunnu teir flestu nærdystirnar og spældu seg til møguleikar eftir vild. Tað var vakurt og effektivt, og bjartast skein Høgni Heinason. Ungi bakspælarin var fullkomiliga óstýriligur, og umframt tíggju mál, átti HM-bronsuvinnarin upplegg, og trekti hann nøkur brotskøst. Ikki óvæntað gjørdist Høgni dagsins maður.
Teir hjá Kyndli kundu bara hyggja at, meðan Høgni Heinason skoraði eitt flott mál fyri og annað eftir (Mynd: Jens. Kr. Vang)
Fleiri myndir: Hoyvíkingar steypavinnarar
Jákup Egholm var ísakaldur við brotskøstum, Brian Slyne breyt ofta væl ígjøgnum, og blaðungu Boas Ellefsen á Skipagøtu, Micah Wardum Ragnarsson og Jónas Fossabrúg, sum fekk seinasta orðið, vístu eisini sínar dygdir í løtum.
Samanlagt ein knúsandi sigur hjá H71, sum endurvann steypið.
Meira seinni
Faxe Kondi Steypafinalan hjá monnum 2026
Kyndil - H71 28-37 (14-20)
Dystargongdin:
5 min: 3-2
10 min: 4-7
15 min: 7-11
20 min: 8-13
25 min: 11-15
30 min: 14-20
35 min: 16-23
40 min: 20-27
45 min: 22-29
50 min: 24-32
55 min: 26-35
60 min: 28-37
Toppskjúttar:
Ovi Lützen 11 mál
Høgni Heinason 10 mál - Dagsins spælari
Bjargingar:
Kyndil:
Jan Pauli Toft Johannesen 11
Tórður Skorheim Guttesen 2
H71:
Tóraldur Kollsker 7
Micah Wardum Ragnarsson 3 (1)
Torstein Sivertsen 2
Útvísingar:
H71: 2 (1 reytt kort) - Petur Krogh
Kyndil: 3
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald