Innleiðandi umførini í HM í inniróðri halda fram í dag.
Í dag eru 5000 metrar og 1000 metra relay á skránni. Fimm landsliðsrógvarar stilla til start í ítróttarhøllini á Kambsdali á 5000 metra teininum. Seinnapartin rógva Vár G. Hansen og Loic Schalbetter relay, skrivar Róðrarsamband Føroya.
Teinur – 5000 metrar
Kl. 11.15 – Tóri Zachariasen
Kl. 11.15 – Símun Heinisen
Kl. 12.55 – Kristvør K. Clementsen
Kl. 13.20 – Jóhanna av Steinum
Kl. 13.45 – Sarita K. Hansen
Teinur – 1000 metra relay
Kl. 15.05 – Vár G. Hansen og Loic Schalbetter
Innleiðandi umførini byrjaðu í gjár, og dagurin í gjár var væl eydnaður, skrivar Róðrarsamband Føroy. Tá róðu seks landsliðsrógvarar seg í finalurnar, sum verða leygardagin 28. februar.
Kappingin í dag kann stroymast omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald