Fótbóltur

- Hetta kann klippast úr um eg giti skeivt - vit eru beinleiðis

- Tú veist slett ikki! Hetta er eitt sindur pínligt hjá mær, staðfesti John Andersen, tá hann skuldi svara uppá NSÍ-spurning - men hann vann sum vant. Hoyr John og Heðin Arge gita, meta, prika og fortelja her í Fótbóltsskýlinum.

- Tú snýtir - tú ert skitin. Ákærurnar flugu yvirum borðið, tá kapping var á skránni - men lagið var gott (Mynd: Sverri Egholm)

- Tú snýtir - tú ert skitin. Ákærurnar flugu yvirum borðið, tá kapping var á skránni - men lagið var gott (Mynd: Sverri Egholm)

2026-02-22 14:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Televarps-menninir eru við at vera til reiðar til enn eitt kappingarár, og fríggjakvøldið vóru teir í útvarpsstovuni hjá FM1. Har hjálptu teir til við at hita upp til fótbóltskappingarárið, sum alment byrjar við stórsteypadystinum hjá monnum leygardagin.

Sí og hoyr eisini: Fá skiftirúmi til brúdleyp

Heðin Arge og John Andersen høvdu skemtiligu fótbóltssendingina "Skiftirúmið" í Televarpinum í fjør. Hon verður aftur í ár, eins og okkara vikuliga "Fótbóltsskýlið" við Trygva Absalonsen og gestum - fríggjadagar klokkan 17.15

Hesaferð varð spátt var um kappingárið 2026, og har vóru nøkur áhugaverd boð um hvat John og Heðin vænta av kappingarárinum 2026: Millum annað væntaði Heðin at AB, sum hann hevur eitt ávist tilknýti til, ikki flytur niður hetta kappingarárið, meðan EB/Streumur heldur verður ein av niðurflytarunum.

Eisini var ein lítil spurningarkappng í sendingini, sum Trygvi stóð fyri: John stóð seg væl, men hevði stórar trupulleikar at minnast toppskjúttan hjá NSÍ í FM-árinum 2007.

- Hetta er eitt sindur pínligt hjá mær, staðfesti frásøgumaðurin úr Saltangará.

Gestirnir greiddu eisini frá, at teir eisini hava eisini verið til undarhildi til brúdleyp, har hava havt "Skiftirúmið" - men har teir tó ikki hava tosað um fótbólt.

Hoyr sendingina við John Andersen og Heðin Arge her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder