Leygardagin 21. februar 2026 og sunnudagin 22. februar var árliga steypakappingin í amboðsfimleiki í Fimi í Havn.
Fimleikasamband Føroya skrivar, at 88 fimleikarar royndu seg:
- Fyrrapart leygardag kappast stig 5, 6, 7, kvinnuunglingar, kvinnur, dreingir, mansunglingar og menn. Seinnapart kappast stig 4, og sunnudagin kappaðust piltar og smádreingir.
Kappast varð um at blíva steypavinnari av hvørjum amboði í hvørjum bólki.
Fleiri fimleikarar vunnu í fleiri greinum - til ber at síggja fullfíggjað yvirlit við myndum av heiðursmerkjavinnarum á fimleikur.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald