Leygardagin og sunnudagin kappaðust føroysku landsliðsrógvararnir "yvir alnótina" á Kambsdali.
Onnur ár eru føroyingar farnir til Boston ella aðrastaðni at kappast um HM í inniróðri, men nú koyrir tað uppaftur meira við tøkni.
Føroysku rógvararnir standa seg framvegis ógvuliga væl á heimspallinum, og sjey rógvarar stríddu seg til HM-finalur - fýra teirra til fleiri.
Les eisini: Framúr gott vikuskifti hjá føroysku landsliðsrógvarunum
Tvær róðu eisini finalur um vikuskifti. Talan var um Kristvør K. Clementsen í U17-bólkinum og Jóhonnu av Steinum í bólkinum 45-49 ár. Fyrrnevnda gjørdist fyrsti heimmeistari yvirhøvur á 5.000 metra-teinum, meðan Jóhanna av Steinum eftir grótharða kapping endaði á 2. plássi.
Soleiðis skrivar Róðrarssamband Føroya um róðrarnar
Heimsmeistari í U17 – 5000 metrar
Unga hoyvíksksdaman Kristvør K. Clementsen kann nú kalla seg heimsmeistara í U17 á 5000 metrum. Hon róði ein sera sannførandi róður og lat ongantíð iva vera um, hvør hevði tamarhald á støðuni. Við hesum er hon fyrsti heimsmeistarin í U17 á 5000 metrum.
Silvur eftir dramatiskan róður
Í aldursbólkinum 45–49 ár vann Jóhanna av Steinum silvur á 5000 metrum. Hon hevði eina spennandi uppgerð við bretsku Nicole Johnson. Eftir at hava togað seg framum í miðróðrinum og ligið á odda stóran part av teininum, varð hon yvirhálað seinastu metrarnar eftir ein harðan endaspurt frá mótstøðukvinnuni. Ein sera sterk og heiðurlig silvurmedalja.
![]()
Jóhanna av Steinum
Tær báðar og fimm onnur skulu rógva HM-finalur 28. februar. Hetta verður í Fuglafirði:
Føroysku finalurógvararnir
Vár G. Hansen – 1 minutt og 1000 m
Sarita K. Hansen – 1 minutt og 5000 m
Jóhanna av Steinum – 1 minutt
Vár í Húsunum – 1 minutt
Kristvør K. Clementsen – 1000 m
Símun Heinesen – 5000 m
Pauli Joensen – 1000 m
Yvirlit kemur seinni í vikuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald