Í summar skulu føroysku U18 og U20-manslandsliðini, eins og í 2024 og 2022, spæla EM-endaspøl.
Teir, sum nú eru U20, vóru til U18-EM fyri tveimum árum síðani. Teir í U18-árgangunum nú hava ikki spælt endaspæl áður.
U18-liðið skal til Serbia, og U20-liðið fer til Rumenia.
Nú er greitt, hvørjum tey møta:
U18 - bólkur F:
Spania
Føroyar
Eysturriki
Finnland
U20 - bólkur B:
Serbia
Sveis
Føroyar
Turkaland
Hesi kunnu metast sum góð lutakast - serliga hjá yngru árgangunum, sum vóru styrkismettir næstovast
Sí allar bólkarnar niðanfyri - meira seinni
![]()
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald