- Hetta er ikki bert tað størsta, sum er hent í norskum felagsfótbólti. Hetta er tann størsti skelkurin og besta underdog-søgan í Champions League-søguni.
Soleiðis sigur Øyvind Alsaker, fótbóltsviðmerkjari hjá norska TV2, eftir at Bodø/Glimt sló Inter Milan úr "1/16-finalunum", tí fyrsta "knock-out umfarinum" í Champions League.
Tað endaði 2-1 til Bodø/Glimt á søguliga San Siro og samanlagt 5-2 til teir gulkløddu úr Norðurnoreg.
Eitt risa avrik av monnum Kjetil Knudsens. Við málum frá Håkon Evjen og Jens Petter Hauge í 2. hálvleiki legði Glimt seg á odda 2-0 á kvøldinum, og harvið var eingin ivi: Italska finaluliðið í Champions League í fjør er varpað út av ársins útgávu.
![]()
![]()
Stór norsk frøi - og italskt harmljóð
Móti endanum av deildarspælinum vann Bodø/Glimt á Manchester City og síðani Atletico Madrid á útivølli. Nú fall Inter Milan, og í áttandapartsfinalunum bíða Manchester City eller Sporting CP.
Rosenborg vann í 1996 á AC Milan á San Siro og gjørdist tá fyrsta norska felagið at spæla seg víðari úr einum bólkaspæli. Rosenborg endaði í fjórðingsfinalunum í 1996/1997, har Juventus gjørdist ein ov stórur biti.
Nú hevur Bodø eisini vunnið í Milano og gjørt nakað, sum Rosenborg ikki megnaði: Í nítiárunum vóru 16 lið við, og tað var beinleiðis frá bólkaspæli til 1/4-finalu. Nú eitur tað 1/16-finalur fyri flestu liðini eftir deildrspæl (fyrrverandi bólkapæl), og Glimt hevur nú vunnið ein Champions League knock-out dyst sum fyrsta norska liðið higartil.
Atletico Madrid, Newcastle og Bayer Leverkusen spældu seg øll trygt víðari í gjárkvøldið. Í kvøld skulu millum annað PSG og Real Madrid royna at tryggja sær pláss í áttandapartsfinalunum.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald