Skjótt fer fótbólturin av álvara á rull, og fyrsti veruliga skrásetti dysturin millum tvey føroysk feløg verður stórsteypadysturin millum KÍ og HB - í dag, leygardagin 28. februar, klokkan 17.
FM1 sigur frá hesum dystinum.
Sí eisini: Seta skjøtul á kappingarárið við sórsteypadystinum í kvøld
Fótbóltsskýlið umrøddi hendan dystin eitt sindur í gjár. Men annars var tað "Fantasy".
Martin Jensen, sum hevur stovnað fantasilið appina, vitjaði. Á appini og síðuni kunnu føroyingar, eins og til kappingar uttanlands, seta sítt lið, og so fáa brúkarar stig eftir avrikum hjá spælarum í veruleikanum.
Í Fótbóltsskýlinum var tosað um broytingar í fantasilið appini í mun til í fjør. Hetta snýr seg mest um prísir á spælarum. og broytingar í teimum
Vinnarin frá í fjør - Ninni Hansen - greiddi frá hvussu hon endaði á ovastu rók í fjør.
- Eg fylgdi betri við enn vanligt, millum annað hvør var skaddur og ikki hjá TB. Tað plagi eg ikki at gera. Eg sparraði eisini nógv við mannin hjá mær, sum hevur spælt nógv í bestu deildini (Bárður Jógvansson Hansen, red), men hann endaði nummar 68 og nummar eitt. Tað hava vit flent eitt sindur eftir.
Tað kom ikki sum ein skelkur fyri nakran, at Árni Frederiksberg er tann dýrasti leikarin í fantasilið hetta kappingarárið. Hetta var eisini spælarin, sum Ninni fekk sær sum liðformann tíðliga í fjør. Hetta gjørdi mun.
Øll í panelinum hild at nýggi miðvallarin hjá B36, Dávid B. Andreasen, var leikarin man skuldi halda serligt eyga við hetta kappingarárið. Eisini vóru øll samd um at HB málverjin, Bjarki Vitalis Mørk, er besta boð at hava á sínum liði í byrjanini av kappingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald