Fótbóltur

U17 gentur: Hópurin til EM-undankapping úttikin

18 spælarar eru úttiknir til kappingina, sum verður í Slovenia frá 10. til 19. mars.

Petur Meinhard Magnussen, málmansvenjari hjá U19 gentunum, og fyribils venjarin hjá U17 gentunum, Fannhard Skoradal (Mynd: FSF)

Petur Meinhard Magnussen, málmansvenjari hjá U19 gentunum, og fyribils venjarin hjá U17 gentunum, Fannhard Skoradal (Mynd: FSF)

2026-02-28 18:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyribils venjarin hjá U17 landsliðnum við gentum, Fannhard Skoradal hevur úttikið hópin, ið skal umboða Føroyar í EM-undankappingini, sum verður í Slovenia frá 10. til 19. mars.

Umframt Føroyar og Slovenia, eru Belgia og Aserbadjan eisini í bólkinum.

Føroyar spæla móti Slovenia 12. mars, móti Belgia 15. mars, og móti Aserbadjan 18. mars.

– Avbjóðingin er stór, men hetta er eisini ein spennandi uppgáva, og vit fara avstað við góðum treysti. Tað sigur Fannhard Skoradal við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Fannhard Skoradal hevur saman við hjálparvenjaranum, Duritu Svensdóttir, úttikið 18 spælarar til kappingina.

Hópurin

  • Madi Elsipa Luisa Hansen, 07 Vestur
  • Ragnhild Magnusson, B36
  • Lilja Debess av Teigum, B36
  • Lilja Eiriksdóttir Højsted, B71
  • Naomi Hansen, FC Suðuroy
  • Elin Elmelund Hansen, HB
  • Aleksandra Zachariassen, KÍ
  • Erikka Sigurðsson, KÍ
  • Elisabeth Bjartalíð, KÍ
  • Emma Charlotta Knudsen, NSÍ
  • Anna Katrina Poulsen, Skála ÍF
  • Rakul Maria Rasmussen, Skála ÍF
  • Tóra við Gil, Víkingur
  • Lív Pálsdóttir, Víkingur
  • Sára Vang Justinussen, Víkingur
  • Kára Sigurðsson, FC Nordsjælland
  • Sara Benjaminsen, FC Nordsjælland
  • Hanna Ellefsen, HB Køge
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder