- Bæði A-landsliðini vóru nær við at spæla seg í playoff dystir. Tað vóru søguliga góð úrslit á ymiskan hátt.
Á aðalfundinum hjá Fótbóltssambandi Føroya seinnapartin fegnaðist forsetin um góðu gongdina hjá A-landsliðnum.
![]()
Christian Andreasen á aðalfundinm í fjør (Mynd: FSF)
Christian Andreasen vísti millum annað á, at manslansliðið vann helmingin av kappingardystunum, fýra av átta dystum í HM-undankappingini, og er tað ikki hent áður. At man í fótbóltssambandinum er nøgdur við arbeiði hja Eyðuni Klaksteinog toyma, er einki løgið í.
Tvey-ára avtala varð undirskrivað við Eyðun Klakstein og Atla Gregersen á valentinsmessu í 2025. Og eitt ár og tvær vikur seinni, ger forsetin greitt, at hann ynskir at fara undir samráðingar við Eyðun Klakstei og toymin skjótt. Christian Andreasen segði seg vænta, at til ber at fara - tað skal bara fromliga uppá pláss i FSF, áðrenn venjararnir verða bodnir til borðið.
- Tað skal ikki vera nøkur loyna, at vit ynskja at leingja við landsliðsvenjaratoymi. Tað skal ígjøgnum nevndina, men eg síggi tað næstan sum givið, at semja er um hetta.
![]()
Atli Gregersen, Christian Andreasen og Eyðun Klakstein eftir at sáttmáli var undirskrivaður 14. februar í fjør (Mynd: Sverri Egholm)
2025 var besta árið nakrantíð hjá føroyska manslandsliðnum. Føroyar vunnu tvær ferðir á Gibraltar, og síðani á Kekkia og Montenegro í minniligum dystum í oktober. Umframt hetta vunnu Eyðun Klakstein og hansara menn venjingardyst á Kasaktan. Haraumframt var liðið ógvuliga væl við í øllum dystunum.
Sáttmálin millum partarnir er sum nú galdandi til Nations League er liðug tíðliga í vetur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald