Fullfíggjað yvirlit kemur í kvøld, tá allar HM-kappingarnar í Fuglafirði eru av, men higartil hevur tað gingst føroyingunum ógvuliga væl.
Sarita Kristina Hansen byrjaði við einum 4. plássi í 1. minutti, men fyri løtu síðani róði hon seg á HM-bronsu í 5.000 metrum: Hon var nummar trý samanlagt, og sínu mbólki, 23-39 ár lættvekt, endaði Sarita nummar tvey. Harvið fær hon eitt silvurheiðursmerki eisini.
![]()
Tað stóð nógv á hjá Saritu á langa teinunum (Mynd: Jens Kr. Vang)
Jóhanna av Steinum vann sær enn eitt HM-bronsuheiðursmerki, har róð var ein minutt, og har tað snýr seg um at longst.
![]()
Jóhanna av Steinum endaði við bronsu
Ú U17-bólkinum "1 minutt! og í 23-39 ár vóru rógvarar við orðinum Vár bestar:
Vár Guriardóttir Hansen og Vár í Húsinum gjørdu bart, og vunnu tær báðar gullheiðursmerki.
Vár G. Hansen tók eisini egna heimsmet við at rógva heili 368 metrar uppá 60 sekund.
![]()
Vár G. Hansen stórfegnast
Ein fegin Vár í Húsinum saman við Saritu Kristinu Hansen (Myndir: Jens Kr. Vang)
Næsta kapping verður klokkan 17.38, tá Símun Heinesen rør. Stroyma her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald