Annað

Níggju heiðursmerkir til Hwarang Føroyar

11 taekwondoíðkarar úr Føroyum hava um vikuskiftið luttikið í Esbjerg +Cup.

(Mynd: Hwarang Føroyar)

(Mynd: Hwarang Føroyar)

2026-03-01 13:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

11 taekwondo kemparar frá Hwarang Føroyar luttaka hetta vikuskiftið í Esbjerg +Cup.

Talan er um eina stóra kapping við 450 luttakarum, og føroysku íðkararnir kláraðu seg ógvuliga væl og vunnu níggju heiðursmerkir - fýra gull, fýra silvur, og eitt bronsu:

  • Prashim Khadka, -58kg Senior A - Gull
  • Jerrold Balagasay, -45kg Junior A - Gull
  • Jónar K. Poulsen, -41kg Kadet A - Gull
  • Natanael Hansen, -45kg Kadet B - Gull
  • Klara D. Hammer, -53kg A senior - Silvur
  • Stefan J. Mifsud, -48kg Junior A - Silvur
  • Savior Mifsud, -74kg Senior B - Silvur
  • Ássvein Mikkelsen, 87kg Veteran B - Silvur
  • Ádam Højgaard, -37kg Kadet B – Bronsu

Esbjerg +Cup er ein góð fyrireikingarkapping hjá fleiri av føroysku taekwondoíðkarunum. Taekwondo kemparnir hava einar sjey altjóða kapping rundt í Evropa í 2026, skrivar Hwarang Føroyar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder