Føroyski landsliðsmiðverjin hevði gott tamahald á Rasmus Højlund, bjargaði væl beint við mállinjuna einaferð og vann so at siga allar nærdystirnar, hann var við í.
Napoli legði segði annars á odda longu í 2. minutti, tá júst Højlund setti pannuna á, eftir at Andrias Edmundsson annars ruddaði við høvdinum eftir hornaspark.
Sambært livescore-síðum sum Flashscore og Sofascore var Andrias Edmundsson besti maður á vøllinum, tá italsku meistararnir vitjaðu Verona í gjár. Soleiðis var eisini hjá øðrum síðum við hagtølum.
Ógvuliga flott avrik hjá Andriasi móti sterkari mótsstøðu, men hóast Jean-Daniel Akpa Akpro javnaði fyri Verona, rakk tað ikki til stig hjá botnliðnum móti numar trý.
Í 95. minutti var innskifti Romelu Lukaku til reiðar inni í brotsteignum og skoraði sítt fyrsta mál í kappingarárinum. Belgiski áleyparin, sum var toppskjútti í meistaraárinum, hevur verið ógvuliga nógv skaddur hetta kappingarárið.
![]()
![]()
![]()
Lukaku fegnast um at avgerða dystin í Verona
Sí hæddarpunkt ovast ella á almennu Youtube-síðuni hjá Serie A
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald