Hondbóltur

Myndir: Alt peikar móti Portugal nú

Føroysku kvinnurnar skulu í vikuni spæla tveir lykladystir í EM-undankappingini: Mikudagin við Tjarnir og sunnudagin í Porto. Liðið vandi saman fyri fyrstu í kvøld - sí myndir úr Hoyvíkshøllini.

Føroyska liðið er savnað aftur fyri fyrstu eftir HM - byrjað varð við heldur øðrvísi upphiting í Hoyvík (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyska liðið er savnað aftur fyri fyrstu eftir HM - byrjað varð við heldur øðrvísi upphiting í Hoyvík (Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-01 20:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Pernille Brandenborg, Súna Krossteig Hansen og Rakul Wardum vóru ikki komnar til landið, tí allar høvdu uppgávur fyri síni lið í dag.

Sí eisini: Førroyskir landsliðsmálverjar skifta felag í summar

Fyrstnevnda er júst komin í gongd aftur eftir skaða, og spældi landliðsliðskiparin fleiri minuttir fyri Storamar í sigri dag, enn í undanfarnu dystunum: Pernille skoraði trý mál móti Fredrikstad, og hóast hon ikki fer at spæla fulla tíð í dystunum móti Portugal, so kann hennara leiklutur gerast ógvuliga týðandi.

Ungi strikuspælarin hjá VB, Agatha Kjærbæk Djurhuus, vandi við í dag og skal eisini venja landsliðnum næstu dagarnar. Tríggjar aðrar úr 2006-árganginum, sum í síðstu viku spældu væl í steypafinalusigrinum hjá Kyndli vóru eisini við í Hoyvík: Málverjin Gylta Djurhuus á Neystabø, høgri vongurin Joan Johannesen og bakspælarin Geirsdóttir Eystberg.

Les eisini: Gylta skein bjartast í steypafinaluni 

Maria Halsdóttir Weyhe var eisini at síggja, hóast hon ikki er úttikin til dystirnar hesaferð. Tað er Natasja Hammer, sum stórspælir fyri Stjarnuna í Íslandi. Hetta er fyrstu ferð í nærum tvey ár, at Natasja, sum hevur átt barn og annað síðani, er á landsliðnum.

Føroyska liðið hevði eina vanliga venjing, við nakað av taktiskari ætlan, og skal venja tvær ferðir í morgin.

Tá verður høvuðsvenjarin Claus Mogensen við: Høvuðsvenjarin sat fastur í Kastrup í dag orsakað av flogtrupulleikum hjá donskum flogfelag. Harvið tók Simon Olsen høvuðsábyrgdina av venjingini í Hoyvíkshøllini.

Mikukvøldið 4. mars klokkan 19 vitjar Portugal við Tjarnir - myndir niðanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder