- Viðleikarar hava gjørt vart við tað - eisini hinir málverjarnir. Tað er bara so, at venjarin bestemmar...men nú sær kanska út til at loysna.
Støðan hjá Anniku Fríðheim Petersen í EH Aalborg eru heldur margháttilig. Liðið er í niðurflytingarstríði í næstbestu donsku deildini, málverjarnir standa seg ikki væl - lægst bjargingarprosent í deildini samanlagt - men føroyski landsliðsmálverjin sleppur ikki á dómaraseðlan til dystir.
Hon var annars komin fyri seg eftir barnsburð og spældi í HM-endaspælinum, millum annað ógvuliga væl móti Montenegro.
Sí eisini: Bjargaði 42 prosent av skotunum 71 dagar eftir hon átti
- Eg venji væl, og landsliðið er ein stór motivatión, staðfestir Annika Fríðheim Petersen, sum mikudagin skal spæla sín fyrsta kappingardyst við Tjarnir.
- Tá tann fyrsti landsdysturin var við Tjarnir, sat eg bara og táraði, tá tjóðsangurin var. Nú gleði eg meg bara til at "síggja vøllin" og spæla fyri Føroyar har. Tað er tað størsta.
Og hvussu mun til støðuna í felagshondbólti?
Portalurin skrivaði fyrr í dag, at bæði Annika Petersen og Rakul Wardum skulu skifta felag í summar. Soleiðis verður, og hóast tað ikki er 100 prosent komið uppá pláss enn, so er tað ógvuliga nær við, staðfestir 26-ára gamli málverjin, ið eftir øllum at døma skal útum Skandinavia at spæla.
- Kann ikki avdúka tað enn, men har liggur ein sáttmáli til reiðar at skriva undir. Tað er eitt felag í...Evropa, staðfestir Annika smílandi.
Sí samrøðu ovast
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald