Vágamenn eru hálvttriðja stig fremstir fyri avgerandi innanhýsis dystin móti Havnini 14. mars. Eittans stig røkkur hjá Sandavágs Talvfelag í toppdystinum, so eru teir føroyameistarar.
Afturímóti stendur á jøvnum millum Kollafjørð og Toftir í kappingini um uppflyting í 1. deild. Líkt er til, at vestmenningar flyta upp í 2. deild.
1. deild - 9. umfar (1. mars)
Klaksvík (B) - Sandavágur (A) ½ - 3½
Haldur S. Johansen - Rógvi Egilstoft 0 - 1
Wille Olsen - Høgni Egilstoft Nielsen 0 - 1
Ingolf Gaard - Jón í Horni Nielsen 0 - 1
Rani Nolsøe - Silas Eyðsteinsson ½ - ½
Havnin (A) - Klaksvík (A) 3½ - ½
Luitjen Akselsson Apol - Ólavur Simonsen 1 - 0
Martin Poulsen - Heðin Gregersen ½ - ½
Carl Eli Samuelsen - Terji Petersen 1 - 0
Sjúrður Thorsteinsson - Tummas M. Sólsker 1 - 0
Havnin (B) - Sandavágur (B) 2 - 2
Elias Petersen - Torkil Nielsen 0 - 1
Herluf Hansen - Bernhard Augustinussen ½ - ½
Petur G. Magnussen - Jón Atlason ½ - ½
Flóvin M. Tummasarson - Ingi Wiberg 1 - 0
Góðir sigrar til Sandavág og Havnina. Rógvi Egilstoft var við aftur hjá vágamonnum, og tað styrkti rímiligt um bæði liðini hjá Sandavági.
Týðandi dysturin millum B-liðini hjá Havnini og Sandavági endaði javnur. Í løtuni er størri spenningur í kappingini um at lívbjarga sær í deildini enn um sjálvt FM-heitið.
Skal Havnin endurvinna FM-heitið krevst, at teir vinna ikki minni enn 3½-½ á Sandavági í síðsta umfari, men at tað fer at henda, er lítið trúligt.
Støðan í 1. deild
Sandavágur 27 stig
Havnin 24½
Klaksvík 16½
Havnin (B) 15
Klaksvík (B) 13
Sandavágur (B) 12
Dystirnir í seinasta umfari í 1. deild eru hesir:
1. deild (10. umfar - 14. mars)
Sandavágur (A) - Havnin (A)
Klaksvík (A) - Havnin (B)
Sandavágur (B) - Klaksvík (B)
Stórur spenningur
Kollfirðingar hava ligið fremstir í 2. deild alt kappingarárið, men ósigurin í toppdystinum móti Toftum ber í sær, at nú stendur á jøvnum millum oddaliðini.
2. deild - 9. umfar (1. mars)
Toftir - Kollafjørður 3 - 1
Andrias Danielsen - Árant Djurhuus 1 - 0
Jens Chr. Hansen - Markus Jacobsen ½ - ½
Andreas Andreasen - Ingi Højsted 1 - 0
Jógvan Ingvard Hansen - Teitur Joensen ½ - ½
Klaksvík - Havnin (B) 2½ - 1½
Einar Gregersen - Jaspur Gaard ½ - ½
Rógvi H. Olsen - Lisa J. Xin 1 - 0
Rókur Davidsen - Brestir Samuelsen 1 - 0
Mannbjørn Anthoniussen - Herbert H. Johannesen 0 - 1
40 ára jubileum
Fyri júst fjøruti árum síðani fingu vit eitt hitt mest óvæntaða úrslitið í FM-kappingini í talvi. Tá eydnaðist fýra hvalvíkingum at tryggja felagnum Streym FM-heitið í 1. deild. At fýra telvarar úr so lítlari bygd hava vunnið meistaraheitið í bestu deildini í talvi er eindømi.
Leygardagin sótu somu fýra telvarar aftur saman við borðini í Hvalvíkar Skúla. Nú telvaðu teir fyri felagnum Róki, sum er felagið fyri telving í Sundalagnum. Streymur er ikki longur til sum talvfelag. Hanus Brekká var komin heim úr Danmark at telva saman við hinum trimum, Finnbjørn Zachariassen, Martin Brekká og Gunnar Joensen.
Dysturin móti Havnar telvingarfelag endaði javnur 2-2. Rókur stendur framvegis til at flyta úr deildini, men gamla FM-manningin hjá Streymi mundi ivaleyst fáa eitt hugnaligt kvøld saman nú teir aftur hittust - fjøruti ár eftir flotta FM-sigurin í 1986.
Rókur - Havnin (A)
Hanus Brekká - Sigurð B. Justinussen ½ - ½
Finnbjørn Zachariassen - Arnbjørn Ó. Dalsgarð 1 - 0
Martin Brekká - Øssur Joensen 0 - 1
Gunnar Joensen - Jóannes Guttesen ½ - ½
Støðan í 2. deild
Toftir 22 stig
Kollafjørður 22
Klaksvík 20
Havnin (B) 16½
Havnin (A) 15½
Rókur 12
Dystirnir í seinasta umfari í 2. deild verða hesir:
2. deild (10. umfar - 14. mars)
Kollafjørður - Klaksvík
Havnin (A) - Toftir
Havnin (B) - Rókur
Vestmanna á odda
Vestmenningar standa framvegis til at flyta upp í 2. deild.
Í níggjunda umfari vunnnu teir á kollfirðingum. Sandavágsmenn kunnu hótta teir, men sigurin hesa ferð var helst í minna lagi til, at teir kunnu fáa vestmenningar aftur.
Gøtumenn fingu trivaligasta sigurin í sunnuadgin.
Í seinasta umfari telva oddaliðini finalulíkan dyst um uppflyting.
3. deild - 9. umfar (1. mars)
Vestmanna - Kollafjørður 2½ - 1½
Samson Højgaard - Bernhard Thomsen 1 - 0
Alfred A. Olsen - Karl M. Dahl ½ - ½
Fróði Skúvadal - Virgar Fagraklett ½ - ½
Jóhan Vørmadal - Signar Kristiansen ½ - ½
Gøta - Klaksvík 3½ - ½
Reinhold Isaksen - Hanus á Lógv (e) 1 - 0
Petur Páll Mikkelsen - Hanus á Lógv (y) 1 - 0
Jákup F. Joensen - Bogi á Kósini ½ - ½
Símun P. Jacobsen - Leif Anderssen 1 - 0
Kongshavn - Sandavágur 1½ - 2½
Brandur Højgaard - Jónfinn Thomsen ½ - ½
Eyðun Lamhuage - Hans Kári hansen ½ - ½
Rúni Jacobsen - Hjalti Petersen ½ - ½
Kári P. Højgaard - Jamil Emil Jakobsen 0 - 1
Støðan í 3. deild
Vestmanna 22½
Sandavágur 19½
Kollafjørður 19½
Kongshavn 18½
Gøta 17½
Klaksvík 10½
Dystirnir í seinasta umfari í 3. deild verða hesir:
3. deild (10. umfar - 14. mars)
Sandavágur - Vestmanna
Kollafjørður - Gøta
Klaksvík - Kongshavn
Suðuroy og Havnin
Í 4. deild stendur nú á jøvnum millum Suðuroyarliðið og Havnar Telvingarfelag fyri seinasta umfar.
4. deild - 4. umfar (1. mars)
Havnin (A) - Suðuroy 3 - 1
Birgi Hansen - Eyðun Nolsøe ½ - ½
Poul Poulsen - Alvin Joensen 1 - 0
Ronny í Lon - Fríði Stenberg Olsen 1 - 0
Bjørgvin Lenvig - Ingi Ellingsgaard ½ - ½
Sandavágur (A) - Rókur 2 - 2
Suni í Horni Nielsen - Sámal Christiansen 0 - 1
Jamil Oskar Jacobsen - Mortan Mørkøre 1 - 0
Jóanes Ortind - Dávur Johannesen 1 - 0
Gutti Petersen - David Lutzen 0 - 1
Havnin (B) - Sandavágur (B) 3 - 1
Djóni Jakobsen - Hans Dánjal Joensen 1 - 0
Baldur B. Jørgensen - Helgi Poulsen 0 - 1
Andrew M. Xin - Sigvaldur Bláberg 1 - 0
Sámal N.Isfedlt - Sámal á Vágalið 1 - 0
Støðan í 4. deild
Suðuroy 10
Havnin (B) 10
Rókur 8½
Havnin (A) 7½
Sandavágur (A) 6½
Sandavágur (B) 5½
4. deild (5. umfar - 14. mars)
Suðuroy - Sandavágur (A)
Rókur - Havnin (B)
Sandavágur (B) - Havnin (A)
5. deild - 4. umfar - (1. mars)
Gøta - Strendur 1 - 3
Petur Larsen - Dánjal P. Jacobsen 1 - 0
Leon Ellingsgaard - Jógvan Juul Olsen 0 - 1
Jørgin Evald Solmunde - Ábraham Dalslíð 0 - 1
Jákup í Garði Heinesen - Sonny Oddbjørn Johnsson 0 - 1
Toftir - Rókur 3 - 1
Jón Magnus Joensen - Brandur Ellingsgaard ½ - ½
Harry Jacobsen - Edvard P. Andreasen 1 - 0
Mortan Hansen - Sigmund Mørkøre 1 - 0
Bárður Mortensen - Annika Lutzen ½ - ½
Støðan í 5. deild
Strendur 12½
Rókur 6
Toftir 5½
Kollafjørður 4
Gøta 4
5. deild (5. umfar - 14. mars)
Rókur - Gøta
Kollafjørður - Toftir
Felagsumfar
Landskappingin í talvi endar við stórum felagsumfari í skúlanum á Giljanesi leygardagin 14. mars. Byrjað verður klokkan 12.30.
Talvsamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald