Annað

Maria Biskopstø betrað um síni føroysku met

Um vikuskiftið luttók Maria Biskopstø úr Treystinum í donsku meistarakappingini í innandura frælsum ítrótti í Odense.

(Mynd: Treysti)

(Mynd: Treysti)

2026-03-02 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið setti Maria Biskopstø úr Treystinum aftur føroyskt met, tá hon luttók í danska meistarakappingini í innandura frælsum ítrótti í Odense.

Maria luttók í bæði 400 m og 800 m, skrivar heimasíðan hjá Treystinum.

Leygardagin rann hon 400 m, og betraði hon um føroyska metið, tá hon kom á mál við tíðini 56,96 sek. Hetta rakk til eitt sætta pláss í donsku meistarakappingini.

Sunnudagin vóru 800 m á skránni, og enn einaferð megnaði hon at seta føroyskt met og kom á mál við tíðini 2:11,14, sum eisini rakk til eitt triðja pláss, skrivar

Maria hevur havt eitt sera gótt innandura kappingarár­, har hon hevur sett fleiri føroysk met.

25. januar rann hon bæði 400 m og 800 m í Pallas Speelen í Malmö og endaði við at seta nýtt føroyskt met á 400 m við tíðini 56,97. Hon betraði eisini um sína 800 metra tíð, sum gjørdist 2:13,87.

Tá hon luttók í Nordenkampen í Karlstad 1. februar, setti hon eisini nýtt føroyskt met á 800 m við tíðini 2:12,61.

Maria Biskopstø hevur nú enn einaferð betrað um føroysku metinini á bæði 400 m og 800 m.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder