Kappróður

Heimsmet og try HM-heiðursmerki: Vár fekk tað hon fór eftir

Hon róði 368 metrar uppá ein minutt, og tað hevur eingin onnur kvinna í heiminum gjørt. Har vann Vár Guriardóttir Hansen gull, og tað gjørdi havnarkvinnan eisini í "Mixed Relay". Hon endaði eisini við bronsu á 1000 metrum.

Vár G. Hansen gjørdi bart í Fuglafirði um vikuskiftið (Mynd: Jens Kr. Vang)

Vár G. Hansen gjørdi bart í Fuglafirði um vikuskiftið (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-03-02 10:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Eitt hemsmet hopi eg uppá. Og harvið gull í "ein minutt". Í 1000 metrum er tað eitt sindur soleiðis, at eg vóni at fáa eitt heiðursmerki.

Vár: - Málið er heiðursmerki og heimsmet

Hetta segði Vár Guriardóttir Hansen, tá havnarkvinnan vitjaði FM1 hósdagin. Tveir dagar seinni livdi hon upp til hetta til HM í inniróðri.

Heimsmeistar í "1 Minute" við at rógva við 368 metrar innan ein minutt og í "Mixed Double" saman við sveisarin Loic Schalbetter, umframt bronsu á 1000 metrum við tíðini 3.15,6 min.

[object Object]
Vár G. Hansen verður fagnað eftir enn eitt frálíkt avrik (Mynd: Jens Kr. Vang)

Myndir: HM í inniróðri

Vár, sum summi hava skýrt "Queen of Indoor Rowing", setti eisini heimsmet í greinini, har man rør í ein minutt. Har megnaði hon at rógva heili 368 metrar, sum eingin onnur kvinna í aldursbólkinum  - ella í heiminum yvirhøvur - hevur gjørt.

Sterki rógvarin staðfesti í síðstu viku, at henni best dámar teir stuttu og eksplosivu teinarnar. Nù verður talan um ein stuttan stegð hjá henni.

Sí eisini: Átta føoysk HM-heiðursmerki

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder