- Vit eru ógvuliga takksamar fyri allan stuðulin, sum vit fáa, og mikukvøldið ætla vit at geva aftur. Tað hevði verið klassi at fingið ein sigur móti Portugal.
Soleiðis sigur Rakul Wardum við Portalin og FM1, stutt eftir at hon er lend í Føroyum.
Ørindini eru týðandi dystir í 3. umfari í EM-undankappingini: Føroyar og Portugal hava tvey stig hvør eftir tey bæði fyrstu umførini - tvey tey fremstu liðini í bólkinum koma víðari til EM-endaspælið í desember og við stórum sannlíkindi besti trí'arin eisini.
Rakul Wardum hevur síðani á sumri 2023 spælt við Ringkøbing í fremstu donsku deildini, men hóast hon hevði sáttmála fyri næsta kappingarár eisini, skiftir 23-ára gamli landsliðsmálverjin felag í summar: Í morgun varð kunngjørt, at hon skal til Skanderborg, sum eisini er í Kvindeligaen.
- Tað verður eitt sindur sum at fara heim. Eg kenni jú umstøðurnar og málverjuvenjaran væl, og vóni at venjingin og meira spælitíð ger, at eg fái lagt eitt lag afturat í menningini, sigur Rakul Wardum.
![]()
Rakul Wardum fer í summar at takka fyri seg í Ringkøbing, tá hon skiftir til Skanderborg (Mynd: Sverri Egholm)
Tað hevur verið nógv í løtum hjá Rakuli í Ringkøbing - skjótt skiftir havnarkvinnan til eitt felag nærri Aarhus, har hon býr. Rakul Wardum fór sum blaðung niður at ganga á hondbóltsskúla í júst Skanderborg (SHEA) og spældi har fyrstu árini.
Ringkøbing og Skanderborg liggja í løtuni lið um lið í bestu donsku deildini - tvey stig frá niðurflytingarstrikuni. Súna Krossteig Hansen spælir í løtuni har, men bakspælarin skal spæla við Budocnost Podgoricia næsta kappingarár.
Rakul og Súna fegnast eftir HM-sigur í Týsklandi i fjør - skjótt fer fyrrnevnda til núverandi felagið hjá síðstnevndu (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald