Fótbóltur

Hollendskur venjari kann flyta niður og upp í sama dysti

Henk De Jong er í heilt serligari støðu í kvøld.

Pílarnir peika hvør sín veg hjá Henk De Jong í kvøld (Mynd: EPA)

Pílarnir peika hvør sín veg hjá Henk De Jong í kvøld (Mynd: EPA)

2019-05-22 07:33 Author image
Agnar Prestá

Hansara núverandi lið stríðist fyri lívinum í bestu hollendsku deildini - hansara komandi lið stríðist fyri at flyta upp í deildina. Í kvøld møtast tey bæði í seinna og avgerandi playoff-dystinum.

Henk de Jong hevur staðið á odda fyri De Graafschap síðani 2017. Hann kom til felagið úr Cambuur, ið hann vendir aftur til eftir kappingarlok. De Jong førdi De Graafschap upp úr Eerste Divisie í fjør. Seinasta uppgávan sum venjari hjá De Graafschap verður at halda liðnum uppi í Eredivisie, og um hann megnar tað, so syrgir hann samstundis fyri, at Cambuur ikki flytur upp. 

Hetta er ein margháttilig støða hjá 54-ára gamla venjaranum, men hollendingurin vissar um, at hann framvegis er venjari hjá De Graafschap og at hann ikki hugsar longur fram. Henk De Jong sigur við hollendska miðilin AD, at hann er professionellur, og at hann er ein ítrottarmaður, ið ikki vil flyta niður, og at einki samskifti hevur verið millum hann og hópin hjá Cambuur enn. 

Fyrri dysturin endaði 1-1. Í kvøld hevur De Graafschap heimavøll, og er favorittur at vinna samanlagt. Um hetta verður úrslitið verður De Graafschap verandi í Eredivisie, meðan Cambuur, við De Jong á odda, skulu spæla í næstbestu deildini komandi kappingarár. Avgerandi dysturin byrjar klokkan 19.45.