Stórsteypadysturin leygardagin var almenna startskotið til kappingarárið, men um vikuskiftið snýr tað seg um stig, tá besta mansdeildin fer av bakkastokki.
Sí eisini: KÍ vann steypið í keðiligum dysti
Kappingin eitur nú Meistaradeildin, ið heiti eisini var í langa tíð, áðrenn farið varð til 1. deild og síðani stuðulsnøvn.
Meistararnir úr Klaksvík, sum ongan dyst taptu í Føroyum í fjør, spæla í Sørvági sunnudagin klokkan 15. Tá er eisini tann á pappírinum mest spenandi dysturin á pappírinum. NSÍ og Víkingur við Løkin.
B36 og EB/Streymur spæla í Gundadali, og umfarið endar á Skála, har uppflytararnir taka ímóti silvurvinnarunum frá í fjør.
Kapppingin byrjar tó á Argjum, har B68 vitjar annan av uppflytarunum. Fyrsta bríkslið í fremstu fótbóltsdeildini í Føroyum í 2026 ljóðar klokkan 18.30 fríggjadagin, og tað verður frá Dagfinni Forná - um tað viðrar.
![]()
Mynd: fsf.fo
FM1 fer at siga frá dystinum fríggjakvøldið og frá tveimum av dystunum, sum byrja klokkan 15 sunnudagin.
Eins og undanfarin ár, ber til at fylgja gongdini í øllum dystunum ovast á Portalinum og á Roysni (livescore)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald