Hondbóltur

HB hevur álopið so at siga endaliga uppá pláss

Erik Sorga hevði spælt 31 landsdystir fyri Estland - bíða verður eftir loyvunum hjá Moses Ebiye. Í dag er endaliga váttað, at Sammy Skytte ikki spælir við HB í ár.

Sorga hevur millum annað spælt nakrar dystir í MLS (USA) og Allsvenskan (Svøríki) og seinast í Teilandi, men mest í bestu deildini i heimlandinum

Sorga hevur millum annað spælt nakrar dystir í MLS (USA) og Allsvenskan (Svøríki) og seinast í Teilandi, men mest í bestu deildini i heimlandinum

2026-03-04 19:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í stórsteypadystinum móti KÍ leygardagin var HB so at siga tannleyst fram eftir vøllinum. Tað endaði 1-0 til greipuvinnararnar - uttan at HB skapti nakrar veruligar málmøguleikar.

Sí eisini: KÍ fór avstað við stórsteypinum í keðiligum dysti

Við til tí søguna hoyrir, at HB spældi uttan tríggjar áleyparar, sum eftir ætlan koma at mynda liðið nógv í ár.

Sama kvøld, sum stórsteypadysturin var, kunngjørdi HB Erik Sorga. 26-ára gamli áleyparin hevur spælt 31 landsdystir fyri Estland (skorað fýra mál) - seinast í 2024 tá hann millum annað spældi eina løtu móti Føroyum í Baltic Cup.

Annars hevur Sorga millum annað spælt nakrar dystir í MLS (USA) og Allsvenskan (Svøríki) og seinast í Teilandi, men mest í bestu deildini i heimlandinum. Seinastu vikuna hevur estiski áleyparin vant við í Gundadali.

Fyri tíggju døgum síðani, skrivaðu vit um Moses Ebiye, sum HB hevur gjørt avtalu við. Áleyparin og vongurin er nigeriubúgvi, og hevur millum annað spælt við Motherwell í bestu skotski deildini - har er Jens Berthel Askou venjari nú.

28-ára gamli spælarin og HB bíða tó eftir, at øll loyvini koma upá pláss, so Ebiye kann koma til Føroya og spæla.

Tað kann Jákup Thomsen skjótt. Lokali áleyparin hevur verið darvaður av skaða seinastu tíðina, men verður sum skilst til reiðar at spæla áðrenn landsliðssteðgin seint í mánaðinum.

HB hevur spælt við tveimum áleyparaum undir André Olsen. Liðið leggur fyri í Meistaradeildini við dysti á Skála sunnukvøldið. Tá verður Erik Sorga eftir øllum at døma at síggja fyri fyrstu ferð.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder