Hondbóltur

Verjuspælið og málverjin avgerandi við Tjarnir - tóku pippið frá Portugal

Álopsspælið kom ongantíð veruliga á flog í kvøld, og fýra mál kunnu vísa seg at gerast heldur lítið í samlaða roknistykkinum. Tó var sigurin á Portugal ógvuliga týðandi.

Lív S. Poulsen javnsettur føroyskur toppskjútti móti Portugal við fimm málum (Mynd: Sverri Egholm)

Lív S. Poulsen javnsettur føroyskur toppskjútti móti Portugal við fimm málum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-04 20:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ísland vann óvæntað á Montenegro í hinum dystinum í 3. umfari, og tí var trýst á føroyska liðnum í kvøld. 

Støða okkara í bólkinum gjørdist eisini betri við 25-21 sigrinum, men tá hugsað verður um frálíka verjuspælið og avrikið hjá Rakuli Wardum (14 bjargingar við øllum og dagsins spælari), so burdi sigurin á Portugal verið størri.

Føroyska verjan tók pippið frá Portugal stóran part av dystinum, har millum annað Pernille Brandenborg, Súna Krossteig Hansen og serliga Lív Bentsdóttir Zacariasen skinu.

Men við bóltinum gjørdu tær hjá Føroyum alt ov nógv mistøk - serliga fyri steðgin. Baketan fekk í løtum glið á, serliga Maria Nólsoy i nakrar minuttir i seinna hálvleiki, men Jana Mittún spældi væl undir sítt vanliga stig, og sum heild hekk tað ikki altíð nóg væl saman hjá Føroyum.

Støddin av brendu málmøguleikunum var eisini oftani stórur.

Samanlagt var avrikið tó nóg gott at vinna við fýra málum, og Føroyar eru við hesum framvegis nummar tvey í EM-undabólkinum.

Liðini hittast aftur til lykladyst í Porto um fýra dagar - meira seinni.

EM-undankapping, bólkur 4
Mikudagin 4. mars við Tjarnir - 3. av seks umførunum
Føroyar  - Portugal 25-21 (12-9)

Føroyskir málskjúttar
Lív Sveinbjørnsdóttir.Poulsen 5
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 5 (4)
Pernile Brandenborg 4
Maria Pálsdóttir Nólsoy 4
Jana Mittún 3
Bjarta Osberg Johansen 1
Rannvá Olsen 1

Flest upplegg: Súna K. Hansen (5)

Bjargingar: 
Rakul Wardum 14 (Dagsins spælar)
Annika Fríðheim Petersen 1

Ísland vann óvæntað við einum máli á Montenegro í Hafnarfirði. Harvið er bólkurin uppaftur meira opin nú

Støðan í bólkinum eftir trý umfør
1. Montenegro 4 stig
2. Føroyar 4 stig
----------------------
3. Portugal 2 stig
4. Ísland 2 stig

Topp-tvey koma í øllum førum til EM-endaspælið í desember. Mest sannlikt kemur trý'arin úr hesum bólkinum eisni víðari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder