Fótbóltur

Guardiola settur í samband við Juventus

Miðlar í Italia hava skrivað, at venjarin er ávegis til stórfelagið í Turin. Ein miðlamaður skrivar á Twitter, at Guardiola og Juventus hava gjørt sáttmála.

Sambært italienskum miðlum fer Guardiola skjótt at veittra farvæl til City (Mynd: EPA)

Sambært italienskum miðlum fer Guardiola skjótt at veittra farvæl til City (Mynd: EPA)

2019-05-22 10:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Pep Guardiola hevur júst farna kappingarár lyft øll steypini, ið hann kann lyfta í Onglandi. Manchester City hevur havt eitt frálíkt kappingarár, men reyk annað árið á rað út í fjóðingsfinaluni í Champions League móti øðrum enskum felagið. Har afturat tykist tað alsamt meira greitt, at felagið fer at verða útihýst av júst Champions League í eitt ár orskakað av broti á lógirnar um Financial Fair Play. Um hetta kemur í gildi til komandi kappingarár ella árið eftir tað, er ikki greitt enn.

Tað hevur tó so at siga eingin ivi verið um, at Pep Guardiola skal stýra skútuni komandi tvey árini. Venjarin úr Katelonia hevur sáttmála við felagið til og við 2021 og hevur í samrøðum, eftir at Premier League og FA Cup eru komin í hús, tosað um framtíðina hjá felagnum og hvussu liðið framhaldandi skal betrast. Juventus hevur verið nevnt í samband við nýtt møguligt felag til Guardiola, og tá tað gjørdist greitt fríggjadagin, at Massimiliano Allegri ikki fór at halda fram í venjarasessinum í Juventus, varð Guardiola spurdur um hettta, men 48-ára gamli venjarin segði greitt, at hann ikki ætlar sær til Italia, og at hann verður í City komandi ár. 

Nú eru søgurnar vorðnar meira ítøkiligar, og italienskir miðlar skrivaðu í gjár, at Fabio Paratici, ítrottarstjórin hjá Juventus, hitti Guardiola í Milano í gjár. Og í gjárkvøldið skrivaði ítrottarmiðlamaðurin Federicio Gennarelli frá Radio Sportiva á Twitter, at Guardiola verður nýggjur Juventus-venjari, og at talan eru um fýra ára sáttmála. 

Hvussu álítandi hetta er, er ivasamt. Eingin av stóru og álítandi bretsku ítrottarmiðlunum hevur tikið søguna upp, og tað tykist heldur løgið, at Guardiola knappliga rýmir frá felagnum, ið hann hevur lyft á eitt hægri støði og vunnið seks steyp við seinastu tvey árini. Um so er, so kann hugast, at Pep vil hava eina nýggja avbjóðing í nýggjum landi, og at komandi bannið í Champions League spælir inn. Kanska sær Guardiola betri møguleika fyri evropeiskari viðgongd við Juventus og Ronaldo. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder