Hondbóltur

Myndir: Landsliðið vitjaði á Løgmannabreyt

Børnini sungu fyri føroysku hondbóltskvinnunum, øll sungu tjóðsangin saman, talur vóru hildnar, spurningar vóru settir og til síðst fingu øll høvi at fáa autograf.

Úr at gera við at skriva autografar (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Úr at gera við at skriva autografar (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2026-03-06 18:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á frídegnum hjá føroysku hondbóltskvinnunum í hesum landsliðsvindeyganum, vitjaðu tær ein fólkaskúla í Hoyvík, har fleiri teirra hava slitið sínar barnaskógvar.

Sí eisini: Lív Bentsdóttir Zachariasen aftur eyðsýnd: Spælið hjá Portugal hóskaði væl til mín (Video)

Onkur tók eisini orðið, og spælararnir fingu ymiskar spurningar frá spentu skúlanæmingunum á Løgmannabreyt.

Hondbóltssamband Føroya skrivar eisini, at ølll sungu "Tú alfagra land mítt", og til síðst fingu øll høvi at fáa autograf frá kvinnunum, sum mikudagin vunnu á Portugal.

Sunnudagin skulu Føroyar royna at gera tað sama í Portugal. Eydnast tað, er EM-atgongumerki so at siga í hús. Hópurin er í løtuni á ferð. Kósin varð sett úr Føroyum tíðliga í morgun.

Sí eisini: Føroyskur ferðadagur: - Endastøðin er Portugal og EM-pláss

Portalurin og FM1 vera við á ferðini til Portugal og hava ymiskt tilfar til tykkum næstu dagarnar

Sí myndir frá vitjanini í skúlanum á Løgmannabreyt í gjár niðanfyri. HSF eigur myndirnar:


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder