Porto, Portugal (Portalurin): Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti er komið uppá pláss í Portugal, har møguliga avgerandi dystur um pláss í EM-endaspælinum í desember bíðar sunnudagin.
FM1 og Portalurin eru við á ferðini, og í morgin, leygardagin 7. mars, klokkan 11 verður upptaktssending beinleiðis úr Porto.
Fyrst tosa Pætur Nolsøe og Hallur Danielsen frá Hondbóltssambandinum um dystin mikukvøldið og síðani um týdningin av seinna dystunum millum liðini hesa vikuna.
Síðani koma fýra landsliðsspælarar til mikrofonirnar: Málverjarnir Annika Fríðheim Petersen og Rakul Wardum og síðani javngomlu hoyvíkskvinnurnar, Brynhild Pàlsdóttir og Elsa Egholm.
Elsa Egholm frammanfyri og Brynhild Pálsdóttir beint aftanfyri - til Ítróttafagnað 2025 (Mynd: Sverri Egholm)
Málverjarnir, Rakul Wardum og Annika Fríðheim Petersen, eru millum tær, sum koma til FM1-mikrofonirnar í morgin - her eftir heimasigurin á Portugal (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Pernille og Súna: Størstu løturnar eru á landsliðnum
Lurta eftir FM1 her ella á vanligu frekvensunum klokkan 11 í morgin.
Sendingin verður eisini løgd út á FM1 og Portalin aftaná
-------------------------------------------
EM-undankapping, bólkur 4
Støðan í bólkinum eftir trý umfør
1. Montenegro 4 stig
2. Føroyar 4 stig
----------------------
3. Portugal 2 stig
4. Ísland 2 stig
Sunnudagin 5. mars - 4. av seks umførum:
17.00: Portugal - Føroyar
(Montenegro - Ísland verður spældur samstundis)
Topp-tvey koma í øllum førum til EM-endaspælið í desember. Mest sannlikt kemur trý'arin úr hesum bólkinum eisini víðari, tí liðini í so stóran mun taka stig hvør frá øðrum.
Portalurin og FM1 eru við á ferðini til Portugal og hava ymiskt tilfar hetta vikuskifti. FM1 sigur frá dystinum sunnudagin, Portalurin hevur beinleiðis blogg og myndir, og samrøður vera aftaná.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald