Fótbóltur

Stór uppgáva á Theodoros Vardinogiannis leikvølli

Í morgin fer kvinnulandsliðið í fótbólti undir eina nýggja HM-undankapping. Fyrsti dysturin er í Grikkalandi, sum í løtuni er 52 pláss framman fyri Føroyar á FIFA listanum.

Føroysku kvinnurnar fyrireika seg til HM undankappingina, sum byrjar á útivølli ímóti Grikkalandi í morgin. - Mynd: Jóhanna Thomsen

Føroysku kvinnurnar fyrireika seg til HM undankappingina, sum byrjar á útivølli ímóti Grikkalandi í morgin. - Mynd: Jóhanna Thomsen

2026-03-06 21:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FSF: Í morgin, leygardagin 7. mars, fer kvinnulandsliðið undir eina nýggja HM-undankapping. Fyrsti dysturin er á útivølli móti Grikkalandi, sum í løtuni er 52 pláss framman fyri Føroyar á FIFA listanum.

Tað er nummar 59 á styrkislistanum hjá FIFA, ið tekur ímóti nummar 111, tá Grikkaland og Føroyar trína á Theodoros Vardinogiannis leikvøllin á Kreta í morgin (leygardagin 7. mars) klokkan 18:30 føroyska tíð.

Talan er um fyrsta dystin í HM-undankappingini, og umframt Føroyar og Grikkaland, er Georgia eisini í bólkinum.

Føroyski hópurin kom til Kreta týsdagin, eftir at hava verið á Kýpros í nakrar dagar, har tær hava vant og spælt venjingardyst ímóti Kýpros. Tann dysturin endaði við javnleiki 1-1.

Pætur S. Clementsen letur væl at fyrireikingunum, men ásannar at tey kunnu vænta ein truplan dyst í morgin. Hoyr samrøðuna, sum FSF-varpið gjørdu við Pætur fyrr í dag.

Dysturin kann síggjast beinleiðis á https://kvf.fo/live/2

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder