Hondbóltur

U17: 12 út av 16 leikarum spæla í Danmark

U17 landsliðið hjá monnum, sum skal spæla European Open fyrst í juli, er nú úttikið.

16 av hesum eru úttiknir til stóra kapping í Svøríki í summar (Mynd: HSF)

16 av hesum eru úttiknir til stóra kapping í Svøríki í summar (Mynd: HSF)

2019-05-22 12:54 Author image
Agnar Prestá

1. til 5. juli skal U17-landsliðið við monnum taka lut í European Open í Gøteborg í Svøríki. Hondbóltssambandið skrivar, at hetta verður fyrstu ferð, at føroysku leikararnir, sum eru føddir í 2002 og seinni, skulu vera við í einari altjóða kapping sum aldursbólkur. 

Venjarar hjá liðinum eru Julian Johansen og Mark Lausen-Marcher. Teir hava úttikið sekstan leikarar til uppgávuna í Gøteborg. Um hugt verður eftir feløgunum, ið leikararnir umboða, so sæst at talan er um eitt serstakt landsliðið. Heili 12 leikarar ganga á hondbóltakademii uttanlanda; allir í Danmark. Hetta ber boð um, at talan er um eitt sera spennandi landslið, har ungu mennirnir veurliga vilja nakað við hondbóltinum.

Teir flestu av leikarunum hava havt sín hondbóltsuppvøkstur i H71, men har er eisini umboðan úr VÍF og Kyndli. Ein leikari, Viktor Gaini, er uppvaksin í Danmark. 

Í Gøteborg eru Føroyar í bólki við Noreg, Spania, Ísrael, Estlandi og Georgia.

Landsliðshópurin: 

Málverjar
:
Pauli Jacobsen, Skanderborg
Brandur Silvurstein, Skjern

Vinstri vongur:
Baldur Gillason, Skjern
Janus Dam, Skjern
Kristoffur Bjørgvin, Oure

Høgri vongur:
Bogi Hansen, Skjern
Hákun West av Teigum, Skanderborg

Vinstri bakkur:
Pauli Mittún, Skjern
Ovi Lutzen, Kyndil

Spæliskiparar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu, Skanderborg
Rói Ellefsen á Skipagøtu, Ikast/KFUM

Høgri bakkur:
Brian Slyne, Skjern
Sveinur Olafsson, H71

Strikuleikarar:
Ragnar Karlsson, Oure
Viktor Gaini, VIES
Sakir Frýdal, H71

placeholder
placeholder