Hondbóltur

Video: Hugnaligt at hava dóttrina við - hon hevur nógvar "gummur" á landsliðnum

Annika Fríðheim Petersen hevur, eins og til HM lítlu Ann Emiliu og sjeikin við. - Tað er eisini nakað serligt fyri okkum, sigur málverjumakkarin Rakul Wardum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-03-07 16:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Portugal, Porto (Portalurin): - Man skal líka venja seg við, at man hevur fund ella venjing og so líka skal "amma" (geva) aftaná. Men tað riggar væl. Sjeikur mín og pápi hennara, Hjalti, er við. Tey hygga sær, og eg veit, at hon er í góðum hondum.

Tað sigur Annika Fríðheim Petersen, sum eins og undir HM-endaspælinum, er við landsliðnum saman við unnustanum og dóttrini. Annika átti Ann Emiliu í september.

Sí eisini: Bjargaði 42 prosent av skotunum 71 dagar eftir hon átti

Í samrøðu við FM1 í dag, kundi 26-ára gamli málverjin staðfesti, at hon eisini fær góða hjálp frá liðfeløgunum.

- Ja, tað er ordiliga stuttligt at hava hana her. Vit hava faktiskt kalla allar á liðnum fyri gummur bara...so hon hevur 17 gummur.

Ein av "gummunum" er Rakul Wardum, sum hevur verið málverjumakkari hjá Anniku Fríðheim Petersen á landsliðnum seinastu fimm árini.

- Tað er so ræðuliga hugnaligt og serligt. Tá man hyggur í eyguni á Ann Emiliu, so er tað nakað heilt annað – ein annar heimur ella soleiðis. Nakað størri enn hondbóltur.

[object Object]Sjeikurin hjá Anniku Hjalti Kárason Djurhuus og lítla dótturin, Ann Emilia her í Hoyvíkshøllini til venjing í síðstu viku (Mynd: Sverri Egholm) 

Hetta er partur av nýggjum veruleika í føroyskum hondbólti - nakað sum Hondbóltssamband Føroya skivaði um í síðstu viku

Rakul og Annika staðfesta eisini, at hjá teimum báðum er tað meira eitt samstarv enn ein kapping um plássið millum stengurnar.

- Sjálvandi vil man altíð spæla, men vit stuðla hvørjari aðrari og fegnast, hvørjaferð hin ger okkurt gott. Tá tað er landsliðið, er tað líkasum nakað størri, sigur Annika Fríðheim Petersen, sum skjótt fer at skriva undir sáttmála við nýtt felag.

Hoyr alla sendingina úr Portugal her

Føroyar spæla í Portugal í morgin. Portalurin og FM1 eru á staðnum og siga millum annað frá og hava beinleiðis blogg, við myndum, undir dystinum sunnudagin klokkan 17.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder