2026-03-07 15:45
NSÍ og Nikola Kovacevic gjørdu sáttmála fyri sløkum mánaðum síðani, men í dag boðar NSÍ frá enda samstarvið.
- NSÍ og Nikola Kovacevic eru komin ásamt um at enda samstarvið. Felagið ynskir honum alt tað besta í framtíðini.
Soleiðis stendur í stuttum boðum frá felagnum seinnapartin
Tá váttaði formaðurin hjá NSÍ, Karstin Joensen, at Nikola Kovacevic vandi við næstbesta liðnum. Millum annað tí at 31 ára gamli verjuspælarin var í alt ov vánaligari venjing.
Nú er greitt, at ein av útlendsku spælarunum, sum NSÍ hevur gjørt sáttmála við í vetur, fer av landinum aftur. Hetta uttan at hava spælt ein almennan dyst fyri felagið.
NSÍ, sum er endað nummar 4 og 3 í árunum eftir uppflytingina, byrjar sítt kappingarár í morgin: Víkingur vitjar við Løkin sunnudagin klokkan 15
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald