Porto, Portogal (Portalurin): Hetta er ein "gammeldags" og lítið snøgg høll, sum í roynd og veru liggur uttanfyri Porto.
"Centro de Desportos e Congressos de Matosinhos" verður vónandi karmur um løtuna, tá Føroyar spæla seg til triðja endaspælið á rað á kvinnusíðuni.
Hoyr eisini: Á gáttini til enn eitt endaspæl: Landsliðið fyllur meira og meira
Tað endaði 25-21 við Tjarnir, tá liðini hittust mikukvøldið. Verju-og málverjuspælið var ógvuliga gott, men tað var eisini hvesst í dag - eins og álopið, sum skal síggja betri út sunnudagin, um tvey stig skulu í hús aftur.
Allar eru tøkar - tó kann liðskiparin Pernille Brandenborg ikki spæla fult út enn. Sterki strikuspælarin og miðverjin hevur verið úti við skaða í økslini í yvir ein mánaða av árinum.
Sí myndir, sum Sverri Egholm tók í dystarhøllini í Portugal, niðast
Vinna Føroyar er tað umleið 99 prosent vist, at liðið skal til í EM-endaspæl í desember.Portalurin og FM1 eru á staðnum og siga millum annað frá og hava beinleiðis blogg, við myndum, undir dystinum sunnudagin klokkan 17
Sí eisini: Vár: - Vit skulu bara eftir at vinna aftur móti Portugal
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald