Meistaradeildin fór í gongd í gjárkvøldið, tá uppflytararnir av Argjum vunnu 2-0 á B68.
Sí eisini: AB er aftur við einum braki
Í dag verða hinir fýra dystirnir í umfarinum spældir:
Sunnudagin 8. mars
07 Vestur – KÍ (15:00)
B36 – EB/Streymur (15:00) - frásøgn á FM1
NSÍ – Víkingur (15:00) - frásøgn á FM1
Skála – HB (17:15)
Frásøgufólk eru til reiðar í Gundadali og við Løkin, umframt at heimildarfólk verður í Vágum.
Lurta eftir FM1 her ella á vanligu frekvensunum
Orsøkin til at vit ikki siga frá á Skála, er tí beinleiðis frásøgn verður frá hondbóltsdystinum í Portugal, har føroysku kvinnurnar skulu royna at vinna seg í enn eitt endaspæl.
Myndir: EM-pláss er uppá spæl í Portugal
Taka táttin uppaftur við triðja hálvleiki
FM1 hevur tó heimildarmann til Skála - HB, og eftir hondbóltsdystin og samanumtøku úr Portugal, sita Trygvi Absalonsen og Heri Simonsen til reiðar í rásarúminum til fótbóltssamanumtøku.
Hetta við "Triðja Hálvleiki", sum í nógv ár var fastur táttur á rásini. Har verður hugt eftir umfarinum, ið júst er farið afturum.
Sendingin byrjar klokkan 19.30.
Lurta eftir FM1 her ella á vanligu frekvensunum
Sí eisini: - Tað hevur ongantíð verið ein so greiður favorittur sum í ár (Fótbóltsskýlið)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald