Annað

KÍF vann bronsu í Hotel Djurhuus-deildini

Hotel Djurhuus-deildin: KÍF – Dráttur 3-0 (25-12, 25-20, 25-13).

2026-03-08 15:57 Author image
Innsent
placeholder

Kvinnurnar hjá KÍF vunnu í dag 3-0 á Drátti í sínum síðsta dysti í landskappingini í ár. Úrslitið sjálvt hevði tó ongan týdning fyri bronsuna, tí hana hevði KÍF longu tryggjað sær undan dystinum í dag.

Væntað var heldur ikki, at Dráttur fór at standa KÍF kurl í dag, tí Dráttur hevur einans vunnið eitt sett í allari kappingini, sum gaman í var ímóti júst KÍF.

Hjá KÍF hevur tað seinasta vantað í til rættiliga at kunna kappast um at koma í FM-finalurnar, tí liðið hevur tapt allar seks dystirnar ímóti finaluliðunum Mjølni og SÍ, tó at talan tvær ferðir var um fimmsettarar.

Hinvegin hevur KÍF vunnið allar dystirnar á hinum trimum, Fleyr, TB og Drátti – við undantaki av tí eina dystinum ímóti TB, sum vann 3-2 og 17-15 í javnbrótaranum.

Triðjaplássið hjá KÍF er frægasta úrslitið síðani 2020, tá ið bronsan eisini varð vunnin.

KÍF er tað einasta liðið í bestu deildini, sum ongantíð hevur vunnið føroyameistaraheitið ella steypakappingina. Tvær ferðir hevur liðið tó verið í FM-finalunum, men tapti bæði í 2018 og 2017, og tvær ferðir hevur KÍF verið í steypafinalunum, men tapti bæði í 2017 og 2007.

Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:

NrLiðDystirSettmunurStig
1Mjølnir142836
2131930
3KÍF15827
4Fleyr14-219
5TB15-917
6Dráttur15-440

Flogbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder