Portugal, Porto (Portalurin): Tað er torført at vinna hondbóltsdystir, tá man brennir yvir helmingin av sínum skotum - 25 av 48.
Hetta máttu føroysku hondbóltskvinnurnar sanna, tá tær misnýtti alt ov nógv skot, umframt gjørdi nógv teknisk mistøk í lykladystinum í Portugal.
Tað var púra galið í 1. hálvleiki, har so at siga alt var trilvandi og langt undir kravda stigið. Føroyar fingu ikki fatur á nóg nógvum í verjuni, men stóri trupulleikin lá í álopspartinum. Har eydnaðist bert at skora uppá ein triðing av sínum skotum: 8 av 24.
Ferreira í portugisiska málinum var ein trupulleiki. Hon tók samanlagt 16 skot í dystinum. Men fleiri av skotunum vóru uppá fríar møguleikar og skotum við ov lítlari góðsku og hugsavanan.
Føroyar brendu sjey av sjey vongskotum fyri steðgin, men eisini av strikuni, við brotkøstum og í bakketuni.
Vístu nakað annað í 2. hálvleiki - kann verða týðandi
Tá fýra minuttir vóru farnir av 2. hálvleiki, var munurin níggju mál. Tað sá ógvuliga tungt út hjá Føroyum,men síðani byrjaði Annika Fríðheim Petersen av álvara at bjarga. Hon var komin inn í málið stutt fyri steðgin og endaði við níggju bjargingum.
Verjan fekk kroyst Portugal í nógv fleiri skotstøður, sum heimaliðið ikki ynskti, og tað var størri sannføring í skotunum hinumegin. Serliga Brynhild Pálsdóttir, sum kom inn á høgra vong og vístu stórspæl: Seks mál uppá sjey skot.
![]()
Brynhild Pálsdóttir hevði takið á portugisika málverjanum, sum annars var tann besta á vøllinum (Mynd: Sverri Egholm)
Nakrar tekniskar villur og vantandi hvassleiki í støðum, tá Føroyar kundu minka meira vóru, men munurin kom langt niður. Hann minkaði skjótt, tí heimaliðið skoraði so lítið, og var niðri á einum máli tvær ferðir: Panikkur kom í hjá Portugal.
Tað var tó nóg mikið hjá heimaliðnum at taka tvey lyklastig - høvdu tey komu við til Føroyar, høvdu okkara hondbóltskvinnur verið umleið 99 prosent vísar í at koma víðari til EM-endapælið.
Men tað var samanlagt ikki nóg gott í dag, serliga í álopinum. Nú bíðar avgerandi dystur móti Íslandi við Tjarnir um ein mánaða.
Meira seinni
------------------------------------------------
EM-undankapping, bólkur 4
Sunnudagin 5. mars - 4. av seks umførum:
Portugal - Føroyar 25-23 (15-8)
Toppskjuttar:
Brynhild Pálsdóttir og Carmen Figueiredo: 6 mál hvør
Støðan í bólkinum eftir fýra umfør -
1. Montenegro 6 stig
2. Føroyar 4 stig
----------------------
3. Portugal 4 stig
4. Ísland 2 stig
Topp-tvey koma í øllum førum til EM-endaspælið í desember. Mest sannlikt kemur trý'arin úr hesum bólkinum eisini víðari, tí liðini í so stóran mun taka stig hvør frá øðrum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald