Hondbóltur

Pernille: Vit skjóta málverjan heitan - ikki nóg gott í dag

Í mun til innanhýsis rokniskapin, er tað gott, at vit ikki tapa við meira enn tveimum málum, men hatta var ikki avrikið, vit komu eftir, staðfestir liðskiparin. Hon rósar annars Anniku Petersen og Brynhild Pálsdóttir og verjuavrikinum eftir steðgin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-03-08 20:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Porto, Portugal (Portalurin): - Haldi at tað var móti Portugal, at vit veruliga skuldu avgera egna lagnu. Men soleiðis varð ikki. Hetta var ikki nóg gott í dag.

Hetta staðfestir Pernille Brandenborg, tá Portalurin fangaði hana stutt eftir vónbrotið í Portugal.

Tað var eisini ein vónbrotin liðformaður, sum serliga kundi staðfesta alt ov nógv brend skot móti dagsins spælara í portugisiska málinum.

- Vit skutu hana heita. Og ofta var tað ikki tí, at møguleikarnir ikki vóru stórir, sigur Pernille Brandenborg, sum sjálv brendi fýra skot í kvøld.

[object Object]

Samanlagt misnýttu Føroyar 25 ferðir, og tað var ov nógv í 25-23 dystinum; hóast Brynhild Pálsdóttir og aðrar vístu skothegni, og Annika Fríðheim Petersen og verjan fingu fatur á nógvum eftir steðgin.

- Vísa stryki við at reisa okkum, og týðandi at tapið verður við tveimum málum og ikki yvir fýra málum. Men vit mugu finna eitt annað stig, um vit skulu vinna á Íslandi um ein mánaða, staðfestir royndi strikuspælarin.

Føroyar eru betri enn Portugal innanýsis og tvey stig frammanfyri Ísland. Tað vil siga, at við sigri á Íslandi í næstseinasta umfari 8. apríl, spælir liðið seg aftur til EM.

-------------------------------------------


EM-undankapping, bólkur 4
Sunnudagin 5. mars - 4. av seks umførum:
Portugal - Føroyar 25-23 (15-8)

Dystargongdin
5 min: 3-2
10 min: 5-3
15 min: 7-5
20 min: 8-6
25 min: 12-7
30 min: 15-8
35 min: 19-10
40 min: 19-13
45 min: 19-14
50 min: 20-17
55 min: 22-20
60 min: 25-23

Toppskjuttar:
Brynhild Pálsdóttir og Carmen Figueired: 6 mál hvør

Støðan í bólkinum eftir fýra umfør - 
1. Montenegro 6 stig
2. Føroyar 4 stig
----------------------
3. Portugal 4 stig
4. Ísland 2 stig

Topp-tvey koma í øllum førum til EM-endaspælið í desember. Mest sannlikt kemur trý'arin úr hesum bólkinum eisini víðari, tí liðini í so stóran mun taka stig hvør frá øðrum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder